info
Ongi úrslit

Barnagarðurin í Vági skal útbyggjast

- Tey næstu trý árini verða stórar íløgur gjørdar í ansingarøkið, har barnagarðurin Eikilund verður útbygdur, sigur Levi Mørk, formaður í barna- og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu.

Vilmund Jacobsen
2. desember 2021 kl. 15:59

Fólkatalið í Vágs kommunu er økt munandi, og serliga eru tað barnafamiljur, sum eru fluttar til Vágs.

Fyri at nøkta tørvin á ansingarøkinum, hevur Vágs kommuna sett pening av á fíggjarætlanini fyri 2022 til at útbyggja barnagarðin. 

Tey seinastu árini hevur verið støðugur fólkavøkstur í Vágs kommunu.

- Framrokningar í samband við fíggjarætlanararbeiðið, vísa, at vøksturin fer at halda fram komandi árini. Fólkavøksturin hevur ta jaligu avleiðing, at barnagarðurin Eikilund er við at gerast ov lítil.

Í Vágs kommunu vísa tey á, at fyri at nøkta tørvin á ansingarøkinum, hevur býráðið sett pening av í fíggjarætlanini fyri 2022 til fyrireikingararbeiðið at útbýggja barnagarðin.

Soleiðis eru 400.000 krónur settar av til hetta arbeiði í 2022.

- Trivnaðurin hjá barnafamiljum hevur høga raðfesting í kommununi. Hetta merkir, at tørvurin á ansingarøkinum skal verða nøktaður.

Levi Mørk, formaður í barna- og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu, sigur, at tey næstu trý árini verða stórar íløgur gjørdar í ansingarøkið, har barnagarðurin Eikilund verður útbygdur.

Umframt at ansingarøkið verður raðfest høgt, hevur býráðið í Vágs kommunu eisini gjørt av, at barnafrádrátturin fyri 2022 verður hækkaður við 500 krónum fyri hvørt barn.

- Sostatt verður barnafrádrátturin nú 6.000 krónur fyri hvørt barn í Vágs kommunu, sigur Levi Mørk.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

13 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

14 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

11 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

18 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

2 tímar síðan

Fleiri deyð í bussvanlukku í Sveis í kvøld

9 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fimm lótu lív í bussvanlukkuni í Sveis

3 minuttir síðan
Tíðindi

Putin er í India á BRICS-toppfundi

1 tími síðan
Tíðindi

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

1 tími síðan
Tíðindi

25 ár síðani heimurin broyttist

2 tímar síðan
Tíðindi

Hongkong-aktivistar fongslaðir fyri minningarhald

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

2 tímar síðan
Fótbóltur

AB hevur favorittstøðuna móti B68

3 tímar síðan
Tíðindi

Kt-skipan til barsil krevur 2,5 milliónir afturat

9 tímar síðan
Tíðindi

Toskurin lyftir grønlendska búskapin

9 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk lesandi fáa betri treytir til próvtøku í Danmark

9 tímar síðan
Tíðindi

Skrá tøk fyri mentanardagarnar 2026

9 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í bussvanlukku í Sveis í kvøld

9 tímar síðan