Nú er spenningurin í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum væl minni.
KÍ vann oddadystin móti HB við Djúpumýru í Klaksvík í toppdystinum, ið byrjaði klokkan 12.30.
Birita Ryan (myndin) skoraði sigursmálið í 32. minutti.
Sambært dystir.fo hevði KÍ átta royndir innanfyri málrammurnar, meðan HB hevði tvær.
Komandi leygarkvøld spæla KÍ og HB steypafinalu á Tórsvølli.
Undir Mýruhjalla vann Skála ÍF stórsigur 4-2 á Víkingi. Í steðginum var støðan 2-0.
KÍ er nú greitt oddalið við 46 stigum. HB hevur 41 stig. Víkingur hevur 27 stig, meðan Skála ÍF er aftast við 14 stigum.
Fýra leikumfør eru eftir at leika í ovara endaspælinum, og ringt er at síggja, at KÍ fer at missa oddasessin.
KÍ-HB 1-0 (1-0)
1-0 Birita Ryan (32.)
Skála ÍF-Víkingur 4-2 (2-0)
1-0 Arnfríð Jacobsen, br. (22.)
2-0 Birna Mikkelsen (43.)
3-0 Birna Mikkelsen (51.)
4-0 Sunvá Fagradal (63.)
4-1 Sára V. Justinussen (80.)
4-2 Hjørdis Rasmusdóttir (90.)
Kelda: dystir.fo