info
Ongi úrslit

Russisk dronu­álop bert 800 metr­ar frá pólska marki­num

Eitt russiskt dronuálop hevur rakt nærindis markinum millum Ukraina og Pólland. Sambært pólsku marknavørðunum var álopið bert um 800 metrar frá pólska markinum.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, heitir eftir russiska álopið nær pólska markinum á sameindu londini um at herða revsitiltøkini móti Russlandi. (Savnsmynd) Mynd: Genya Savilov/Ritzau Scanpix
Eirikur Lindenskov
13. september 2026 kl. 15:50

Eitt russiskt dronuálop hevur rakt nærindis ukrainska býnum Jahodyn við markið til Pólland.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, skrivar á X, at álopið vísir, at russiski kríggið nærkast ES og Nato.

– Barbariska álopið hjá Russlandi á ukrainsk-pólska markið í Jahodyn er ikki bara framhald av álopunum á markið hjá landi okkara. Hetta er yvirgangurin hjá Putin, sum bankar beinleiðis á dyrnar hjá ES og Nato, skrivar hann.

Dariusz Sienicki, talsmaður hjá pólsku marknavørðunum, sigur við Wirtualna Polska, at russiska dronuálopið rakti umleið 800 metrar frá pólska markinum, skrivar pólski miðilin TVP.

Marknaeftirlitið í Dorohusk varð stongt í nátt orsakað av álopinum, men er latið uppaftur. Eingin varð særdur pólsku megin markið.

Ukrainski uttanríkisráðharrin heitir á sameindu londini hjá Ukraina um at herða tiltøkini móti Russlandi munandi. Hann mælir millum annað til fullkomið handilsbann, innferðarbann og víðfevnd revsitiltøk móti russiska hernaðarliga ídnaðinum.

Álopið við pólska markið kemur samstundis sum Russland hevur framt fleiri álop aðrastaðni í Ukraina.

Leygardagin lótu minst níggju fólk lív í russiskum loftálopum, upplýstu ukrainskir myndugleikar sambært Reuters. Í Kramatorsk í eystara parti av Ukraina vórðu bilar hjá sivilfólki álopnir tríggjar ferðir innan 90 minuttir. Trý fólk doyðu og fýra vórðu særd.

Í nátt eru minst fimm fólk harumframt særd í russiskum álopum á Odesa, upplýsa ukrainskir myndugleikar.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Stór mótmælir um alt Týskland

18 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Óli skoraði og legði upp til 12 mál

4 minuttir síðan
Tíðindi

Russisk drona rakti ferðafólkatok á veg úr Kyiv til Warszawa

6 minuttir síðan
Fótbóltur

Suðuroy er aftur í fremstu røð

9 minuttir síðan
Tíðindi

Dagsins Copernicus-mynd: Mógvlendi goymir kolevni í øldir

17 minuttir síðan
Hondbóltur

Greiðir sigr­ar til H71 og Stjørn­una - Neist­in vann granna­upp­gerðina

34 minuttir síðan
Tíðindi

Badmintonsambandið havt dómaraskeið

54 minuttir síðan
Tíðindi

Trump biður Zelenskyj gevast við álopum á russiskt diesel

1 tími síðan
Tíðindi

Birita Ryan sendi KÍ eitt stórt fet nærri meistaraheitinum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjasta ferða­manna­skipið hjá Ex­­plora í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Brævatkvøður seinkaðar á svenska valdegnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Bæði abbi og pápi droymdu um at gera whisky

4 tímar síðan
Tíðindi

Ummæli: Vit skiltu ikki orðini – men vit skiltu Rasmus Lyberth

4 tímar síðan