info
Ongi úrslit

Trump biður Zelenskyj gevast við álopum á russiskt diesel

Donald Trump, forseti í USA, hevur biðið ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, steðga álopum, sum raka russiska dieselframleiðslu. Sambært Trump hava álopini elvt til trot á diesel.

Donald Trump, forseti í USA, er sunnudagin í Írlandi, har hann millum annað hyggur at golfkappingini Irish Open. Nú sigur hann, at hann hevur biðið Volodymyr Zelenskyj steðga ukrainskum álopum, sum raka russiskt diesel. Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix
Eirikur Lindenskov
13. september 2026 kl. 15:48

USA-forsetin sigur hetta undir eini vitjan í Írlandi sunnudagin, upplýsir tíðindastovan AFP.

– Lat hann bara fara eftir málum, men ikki diesel, tí tað skapar trot á diesel, segði Trump við tíðindafólk.

Hann vísir aftur, at støðan í Miðeystri er orsøkin til trotið.

– Tað hendir ikki orsakað av Miðeystri. Tað hendir orsakað av tí, sum fer fram millum Russland og Ukraina, segði Trump.

Boðini frá amerikanska forsetanum koma eftir, at Ukraina í seinastuni fleiri ferðir hevur framt langdrigin álop á russisk oljureinsiverk. Serliga hevur ukrainski herurin miðað eftir russiska olju- og gassídnaðinum.

Álopini hava sambært Ritzau elvt til týðuglit trot á brennievni í stórum pørtum av Russlandi. Russiska stjórnin setti tí í juli avmarkingar á útflutningin av diesel.

Eisini stóra russiska nethandilsfyritøkan Wildberries hevur verið fyri fleiri álopum.

Ukrainska stjórnin heldur fast við, at olju- og gassídnaðurin og aðrar stórar russiskar fyritøkur eru við til at fíggja kríggið hjá Vladimir Putin forseta móti Ukraina.

Russland hevur samstundis hert álopini á Ukraina við bæði dronum og ballistiskum rakettum.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Stór mótmælir um alt Týskland

17 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Badmintonsambandið havt dómaraskeið

19 minuttir síðan
Tíðindi

Russisk dronu­álop bert 800 metr­ar frá pólska marki­num

37 minuttir síðan
Tíðindi

Birita Ryan sendi KÍ eitt stórt fet nærri meistaraheitinum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjasta ferða­manna­skipið hjá Ex­­plora í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Brævatkvøður seinkaðar á svenska valdegnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Bæði abbi og pápi droymdu um at gera whisky

3 tímar síðan
Tíðindi

Ummæli: Vit skiltu ikki orðini – men vit skiltu Rasmus Lyberth

3 tímar síðan
Tíðindi

Svøríki velur í dag – SD kann koma í stjórn fyri fyrstu ferð

4 tímar síðan
Tíðindi

Hugskotið kom eina nátt í andvekri

5 tímar síðan
Tíðindi

Fýra skuld­set­ing­ar í bý­num og ein tik­in fyri rús­drekka­koyring

6 tímar síðan
Tíðindi

Uppfarandi maður handtikin í býnum

7 tímar síðan
Tíðindi

Skipið vitjaði í Havn – fáar vikur seinni vóru 40 menn deyðir

8 tímar síðan