info
Ongi úrslit

Brasil fekk bert javnleik móti Marokko í HM-byrjanini

Brasil fekk ikki ta byrjanina upp á HM-endaspælið, sum mong høvdu vónað. Í fyrsta dystinum móti Marokko máttu brasilianararnir taka til takkar við javnleiki 1-1.

Eirikur Lindenskov
14. juni 2026 kl. 02:23

Marokko var nógv betra liðið stóran part av dystinum og hevði eisini uppiborið leiðsluna, tá Ismael Saibari legði afrikanararnar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Ein long sending sendi Saibari einsamallan ígjøgnum brasilsku verjuna. Málverjin Alisson kom út úr málinum, men ivaðist í avgerandi løtuni, og tað gagnnýtti marokkanski áleyparin. Við einum køldum lyfti sendi hann bóltin upp um Alisson og í netið til 1-0.
Brasil hevði trupult við at finna spælið fram og skapti lítið fram eftir vøllinum. Men eftir ein hálvan tíma vísti Vinicius Junior sína stóru dygd.
Real Madrid-stjørnan fekk pláss inni í brotsteiginum, dró bóltin eitt sindur aftur og sendi síðani eitt hart skot í málið til 1-1.
Málið skuldi vísa seg at verða tað seinasta í dystinum.
Eftir steðgin hevði Marokko framvegis gott tak á dystinum, men fekk ikki skapt teir stóru málmøguleikarnar. Brasil var eitt vet vandamiklari í seinna hálvleiki og hevði nakrar góðar støður í yvirtíðini, men megnaði ikki at fáa sigursmálið.
Brasil og Marokko býta tí stigini í fyrsta dysti í bólkaspælinum.
Í hinum dystinum í bólkinum spæla Skotland og Haiti í nátt.

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brasil og Marokko. 

Brasil-Marokko 1-1 (1-1)
0-1 Ismael Saibari ('21)
1-1 Vinicius Junior ('32)

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Roykur rekur móti bygdini á Skála

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tekningin hjá Vón prýðir jólakortið

28 minuttir síðan
Tíðindi

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í oktober

44 minuttir síðan
Tíðindi

Marius hevur fingið starv sum møbilsnikkari

50 minuttir síðan
Tíðindi

Foreldur fáa lættari atgongd til Kervi+ við Samleikanum

1 tími síðan
Tíðindi

Ruth Vang spyr um boð í húsasølum

1 tími síðan
Tíðindi

Stór útbygging í Kast­rup kann broyta um­støð­ur hjá føroyingum

1 tími síðan
Lesarabrøv

Send nýskipanarnevndina til hús

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Matprísirnir hækka ikki bara, tí veðrið broytist!

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar skulu hava ein felags vitlíkisskúla

2 tímar síðan
Tíðindi

Samráðingarnar slitnaðar – sem­ings­mað­ur­ boð­sendur

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvarv gevur út ”Bendar eru brýr”

3 tímar síðan
Tíðindi

Lutur datt av lastbili og rakti bil aftanfyri

3 tímar síðan