Menniskjan hevur altíð leitað fram eftir tí næsta ella longst aftur til tað farna, men í okkara samtíð vindur hetta upp á seg. Ferðin økist, vit planleggja longur og longur fram í tíð og skrolla gjøgnum gomul minni í royndini at halda fast í tí farna.
Burtur úr hesum sprettist orðið nústalgi – longsilin eftir at vera til í núinum. Tí kanska duga vit ikki longur at vera til í núinum. Kanska sakna vit longu lívið, sum vit hava í dag. Kanska er tað farandi alt, vit hava nú. Tí flýggja vit nú – eina løtu – inn í heimin Nústalgia – fyri at uppliva kosmiska og kaotiska núið.
Teaturkonsertin Nústalgia eftir føroyska samtíðardansivirkið RIVA og flower-punk/axekiller-popp-tónleikabólkin AGGRASOPPAR er ein eksperimenterandi samanbræðing av samtíðardansi, -tónleiki og -teatri, ið granskar menniskjunnar trongd til at leingjast burtur úr núinum. Báðir listabólkar arbeiða við kollektivum skapanartilgongdum og arbeiða við tí poetiska í menniskjunnar tilveru, men á hvør sín hátt – annar umvegis samtíðardans, og hin umvegis tónleik og tekst. Í sýningini verður avantgarda undirgrundin tvinnað saman við fólksligu listini og gevur pláss fyri kaos, tí ljóta, sárbæra, absurda og menniskjuliga.
Pallverkið tekur útgangsstøði í komandi útgávuni hjá AGGRASOPPUM við sama heiti.

Handan verkið
Framførsla: Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen, Eyðfinn Lamhauge, Búi Rouch, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting
Koreografi og pallsetan: Búi Rouch, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting
Tónleikur og tekstur: Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn Lamhauge
Búnar og pallmynd: Jón Sonni Jensen
Ljós: Villiam Soo Joensen
Ljóð: Vinjar Egilsnes Petersen
Samskiparar: RIVA
Lýsingarmyndir: Dania O. Tausen
Starvsnæmingur: Krister Rognaldsen Pedersen
Samframleiðsla: Norðurlandahúsið í Føroyum
Stuðlað framførsluni hava Mentamálaráðið, Tórshavnar kommuna, Mentanargrunnur landsins, Dansifrøi, Gothenburg Fringe Festival og European Festivals Fund for Emerging Artists.
Stuðlað tónleikaútgávuni hava Koda Føroyar, Gramex Føroyar og Tutl.