Stóru sparingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 raka ikki mentanarøkið líka meint sum fleiri onnur øki.
Ein gjøgnumgongd vísir, at flestu vanligu rakstrar- og stuðulsjáttanirnar á mentanarøkinum annaðhvørt standa í stað ella hækka í krónum.
Størsta hækkingin millum vanligu listajáttanirnar er til leiklist.
Játtanin hækkar úr 2,25 milliónum krónum í 2026 upp í 3,65 milliónir í 2027. Tað eru 1,4 milliónir krónur meira, svarandi til eina hækking á góð 62 prosent.
Mentanargrunnurin hækkar úr 14,08 upp í 14,645 milliónir krónur. Tjóðpallur Føroya fer úr 7,483 upp í 7,715 milliónir krónur.
Hækkingin hjá Tjóðpallinum merkir tó ikki, at stovnurin fær samsvarandi størri fíggjarligt rásarúm. Í viðmerkingunum stendur, at tá lønarframskrivingin er tikin við, er ein rakstrarsparing á 75.000 krónur løgd inn.
Sama mynstur sæst hjá Málráðnum. Játtanin hækkar úr 3,318 upp í 3,415 milliónir krónur, men aftan á lønarframskriving er ein sparing á 33.000 krónur.
Ein av vanligu játtanunum, sum veruliga lækkar, er miðlastuðulin.
Hann fer úr 4,9 milliónum krónum í 2026 niður í 4,5 milliónir næsta ár. Skerjingin er 400.000 krónur, svarandi til góð átta prosent.
Filmsstuðulin stendur í stað á 6,6 milliónum krónum.
Hetta er hóast tað framvegis stendur í fíggjarlógaruppskotinum, at ætlanin er at hækka játtanina til filmsframleiðslu upp í 10 milliónir krónur innan nøkur ár.
Tað stigið verður sostatt ikki tikið í 2027.
Játtanin til tónleik, sang og føroyskan dans stendur eisini í stað á 4,915 milliónum krónum. Norðurlandahúsið fær eins og í ár 1,7 milliónir, og heiðursgávurnar til mentafólk standa óbroyttar á 500.000 krónum.
Fleiri stórar serjáttanir detta burtur
Á pappírinum eru nakrar munandi størri lækkingar á mentanarøkinum. Tær snúgva seg tó í stóran mun um tíðaravmarkaðar verkætlanir og løgujáttanir.
Játtanin til varðveiting av mentanararvinum lækkar úr seks niður í tríggjar milliónir krónur. Tað er ein lækking á 50 prosentum.
Tvær milliónir til Koltursætlanina detta burtur. Eisini hvørva ein millión í løgustuðli til Mentanarhúsið í Klaksvík og ein millión til Krígssavnið.
Kringvarp Føroya hevði í 2026 eina serliga løgujáttan á tríggjar milliónir krónur til tøkniliga útgerð. Eingin samsvarandi nýggj játtan er sett av í 2027.
Løgujáttanin til Tjóðleikhúsið fer úr einari millión niður í null. Verkætlanin bíðar eftir, at Tórshavnar kommuna tekur støðu til staðsetingina.
Meira til Listasavnið
Listasavn Føroya sær út til at missa nærum 1,9 milliónir krónur í rakstrarjáttan.
Meginparturin av lækkingini stavar tó frá einari serligari játtan í 2026 til at handfara trupulleikar við blámusoppi og at flyta listaverk í fyribils goymslu.
Samstundis hækkar løgujáttanin til útbygging av Listasavninum úr 3,5 upp í 6,5 milliónir krónur. Tað eru tríggjar milliónir meira.
Samlaða játtanin til søvn hækkar eisini úr 47,836 upp í 49,329 milliónir krónur – ein hækking á knappar 1,5 milliónir.
Høvuðsmyndin er tí, at vanligu mentanarjáttanirnar sleppa undan teimum størstu sparingunum í uppskotinum. Miðlastuðulin er mest eyðsýnda vanliga játtanin, sum verður skerd, meðan leiklist og útbyggingin av Listasavninum fáa størstu hækkingarnar.
Talan er enn um eitt fíggjarlógaruppskot. Játtanirnar kunnu tí broytast, áðrenn Løgtingið endaliga samtykkir fíggjarlógina fyri 2027.