Tveir dystir eru leiktir í Burn Mansdeildini. Í dag vóru báðir dystirnir leiktir í Norðurstreymoy.
Í høllini í Kollafirði vann KÍF í einum málríkum dystin 38-35 á StÍF. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 20-16.
Victor K. Thomadsen var við 12 málum toppskjútti hjá KÍF. Við sjey málum hvør vóru Búi D. Poulsen og Símun Johannus Eliasen toppskjúttar hjá StÍF.
Í høllini í Vestmanna vann VÍF ein trivaligan 38-29 á Neistanum. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 18-11.
Við níggju málum var Hallur Arason toppskjútti hjá VÍF. Ári Arnason var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum.
VÍF er fremst í deildini við 12 stigum. H71 hevur sama stigatal, men hoyvíkingar hava leikt ein dyst færri enn VÍF. Kyndil og KÍF hava átta stig hvør, og Neistin hevur sjey stig. EB hevur fýra stig, Team Klaksvík hevur tvey stig, og StÍF er aftast í deildini við einum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:
-
©