Hákun West av Teigum og liðfelagarnir spældu fyrr í dag toppdyst í týsku bundesliguni á útivølli móti Flensburg-Handewitt.
Füchse Berlin hevði javnleikin í pottinum, men í allarseinasta sekundinum megnaði Simon Pytlick hjá heimaliðnum at skjóta sigursmálið upp á eitt beinleiðis fríkast, har Andreas Palicka í Füchse Berlin-málinum ikki sá gott út.
Flensburg-Handewitt kundi stórfegnast um ein 34-33 sigur, har Füchse Berlin var á odda 19-17 í steðginum.
Tíverri hevði Hákun ikki eydnuna við sær í øllum støðum í dag. Hann skoraði trý mál upp á 10 málroyndir. Hákun legði upp til eitt mál, og tók sum vant nógv tøk í verjuni.
Füchse Berlin er nummar sjey í deildini við 10 stigum. Teir hava sjey stig upp til oddaliðið, Flensburg-Handewitt, og tí var ósigurin í dag eyka óheppin.