Fyri aðru ferð í ár hevur KÍ í dag tapt 1-0 á heimavølli ímóti einum botnliði. Undan summarsteðginum vann 07 Vestur, sum framvegis er undir niðurflytingarstrikuni, 1-0 í Klaksvík. Og í dag vann B68, sum er niðast á støðutalvuni og hevur verið roknað at hava meiri enn annað beinið í næstbestu deildini, 1-0 í Klaksvík. Hetta man vera mest óvæntaða úrslitið í Meistaradeildini í ár, og tapið ber við sær, at KÍ er seks stig aftanfyri NSÍ, nú tað eru tvey umfør eftir at ársins landskapping.
Sigursmálið skoraði Sebastian Lau Nielsen við brotssparki, tá ið eitt stórt korter var farið. Hetta var fjórða ferðin í ár, at Sebastian Lau Nielsen var málskjútti í meistaradeildini.
Toftamenn vóru frá fyrsta bríksli óimponeraðir. Teir vístu fínan hugburð, arbeiddu nógv, runnu fyri hvørjum øðrum, vóru grammir í nærdystunum og væl skipaðir í verjuspælinum.
KÍ var væl meiri á bóltinum, og tað vóru fleiri spentar støður í brotsteiginum hjá B68, men tað var ikki so ofta, at Tórður Thomsen í B68 málinum noyddist at spíla seg út.
Tá ið B68 var komið á odda, var dagsskráin hjá gestunum at verja leiðsluna. Tað megnaðu teir reyðu og svørtu væl. Teir royndu at halda verjuna frammanfyri brotsteigin, og í einstøkum støðum var um reppið, at tað varð vandamikið, tá ið teir fóru í skjót mótálop.
Hetta var fimta ferðin í ár, at B68 fór av vøllinum við øllum stigunum, og hetta var fyrsta ferðin síðani í 2008, at B68 vann øll stigini í Klaksvík. 6. august í 2008 vann B68 1-0 í Klaksvík. Ta ferðina var tað Jóan Símun Edmundsson, sum í síðsta minutti skoraði 1-0 sigursmálið.
Toftamenn eru framvegis niðastir á støðutalvuni. B68 hevur 20 stig, og tað eru tvey stig fram til 07 Vestur, og tað eru fýra stig fram til Skála ÍF og AB. Í tveimum teimum seinastu umførunum eru mótstøðuliðini hjá B68 07 Vestur á útivølli og NSÍ á heimavølli.
KÍ var stórfavorittur í dag, men tað var ikki tað veiggið í, ið tað kann roknast við frá liði, sum stríðist fyri at endurvinna FM heitið.
Tapið er staðfesting av, at talan sær út til at vera kiksað kappingarár. KÍ tapti finaluna um løgmanssteypið 2-0 ímóti Víkingi, og nú snýr tað seg um at varðveita næstfremsta plássið í landskappingini. Í tveimum teimum síðstu umførunum fer KÍ at spæla á útivølli ímóti B36 og á heimavølli ímóti Víkingi.