info
Ongi úrslit

NSÍ hevur lagt hondina á FM steypið

Tað tók sína tíð, men so var tað innskifti Aron Knudsen, sum sjey minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið, ið ber við sær, at FM heitið er meiri enn á stokkinum

Jóannes Hansen
18. oktober 2026 kl. 16:57

Tolin trívst. Tað varð enn einaferð staðfest í vánaligu fótbóltslíkindunum í Runavík í dag. Sum seinni hálvleikur leið, sá tað út til, at 07 Vestur fekk alt betri tak á. NSÍ var meiri á bóltinum, sum fyri tað mesta var á vágahálvuni, men tað tað fyri seg eftir treytunum hjá gestunum.

07 Vestur helt tørn, inntil tað restaðu 10 minuttir, og hóast talan var um onkrar spennandi støður, so megnaði NSÍ ikki so ofta at vinna seg til upplagdar málmøguleikar.

Og so var tað sjey minuttir undan leikloki, at NSÍ skoraði 1-0 sigursmálið, sum ivaleyst ber við sær, at NSÍ verður føroyameistari.

12 minuttir undan leikloki varð Aron Knudsen skiftur inn, og fimm minuttir var tað hann, sum fyri púra opnum máli og úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið. Tað var eftir innlegg úr vinstru frá stórabeiggjanum Peturi Knudsen.

Undan tveimum teimum síðstu umførunum er NSÍ seks stig frammanfyri KÍ, sum er einasti avbjóðarin í kappingini um FM heitið.

07 Vestur vísti fínan hugburð. Undan steðginum var NSÍ greitt omaná, tá ið heimaliðið hevði fríska lotið undan, men eftir steðgin 07 Vestur væl betri við. 07 Vestur er framvegis undir niðurflytingarstrikuni, og talan verður av sonnum um finalur fyri at sleppa undan at flyta niður, tá ið 07 Vestur í tveimum teimum seinastu umførunum fer at spæla á heimavølli ímóti B68 og á útivølli ímóti AB.

Í tveimum teimum seinastu umførunum fer NSÍ at spæla ímóti HB á heimavølli og B68 á útivølli. Eitt stig í hesum báðum dystunum er nóg mikið at vinna FM fyri fyrstu ferð síðani 2007, tá ið NSÍ vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð.

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Skálamenn eru eitt stig nærri bjargingini

2 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj ávarar Trump um søguligt mistak

11 minuttir síðan
Fótbóltur

Toftamenn tóku øll av bóli

32 minuttir síðan
Tíðindi

Kensluborið at siga farvæl eftir hálva øld

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias helt málið reint tá Strømsgodset knústi oddaliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar fyrimynd fyri tunlar í Hetlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ljósareyður oktober

2 tímar síðan
Tíðindi

Stór lands­inn­savn­ing hjá Reyða Krossi Før­oya 31. oktobur

2 tímar síðan
Tíðindi

Metstór luttøka: Talváhugin tykist vaksandi í Føroyum

2 tímar síðan
Tíðindi

Eivør er bara blivin betri og betri

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hillerød mátti lúta fyri oddaliðnum

3 tímar síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland misti í oddastríðnum

4 tímar síðan