Tað var undirhald, spenningur og seks mál, tá ið B36 í dag hevði vitjan av Skála ÍF. Úrslitið varð 3-3, og tað ber við sær, at Skála ÍF hevur 24 stig, og at tað eru tvey stig aftur til 07 Vestur, sum er undir niðurflytingarstrikuni við 22 stigum. B68 er niðast við 20 stigum.
Saman við Skála ÍF hevur AB 24 stig. Málmunurin hjá Skála ÍF er -13, og hjá AB er málmunurin -12. AB spælir í løtuni á útivølli ímóti Víkingi.
Tað er lætt at skilja, at skálamenn eru vónbrotnir, hóast teir hava eitt stig við sær út Gundadali. Inntil tað restaði eitt korter, var Skála ÍF frammanfyri 3-1 og harvið á sigurskós.
At tað ikki eydnaðist B36 at vinna fulla úrtøku ber við sær, at møguleikin hjá árstalsfelagnum at vinna europeiskt atgongumerki er minni nú, enn hann var undan hesum umfarinum.
Hálvleiksstøðan í Gundadali í dag var 1-0 til B36. Miðvallarin Jógvan Kárason Gullfoss legði heimaliðið á odda, tá ið eitt lítið korter var farið.
B36 hevði fleiri royndir ímóti málinum, enn mótstøðumenninir høvdu, men tað var Skála, sum í 10 minuttir fyrra partin av seinna hálvleiki vendi 0-1 til 3-1. Miðvallarin Jákup Pauli Frederiksberg átti uppleggið, tá ið Sebastian Petersen javnaði til 1-1. Hetta var í 57. minutti, og fýra minuttir seinni var tað miðverjin Markus Hellisdal, sum við brotssparki legði Skála ÍF framum 2-1. Fimm minuttir seinni átti Sebastian Petersen uppleggið, tá ið innskifti Martin Johansen økti um skálaleiðsluna til 3-1.
So sá tað av álvara gott út hjá gestunum av Skála, men tað eydnaðist ikki at varðveita leiðsluna og at vinna øll stigini. Tað var væl upplagdi Bartal Páll Klein, sum minkaði um munin til 3-2, tá ið eitt korter var eftir, og tríggjar minuttir undan leikloki var hann á røttum stað í røttu løtu, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum setti bóltin í málið.
Í tveimum teimum síðstu umførunum fer B36 at spæla í Gundadali ímóti KÍ og HB.
Í tveimum teimum síðstu umførunum fer Skála ÍF at spæla á heimavølli ímóti AB og á útivølli ímóti EB/Streymi.