Uppskotið verður partur av lógarætlanini, sum stjórnin leggur fram týsdagin. Sambært Pia Olsen Dyhr skal málið viðgerast longu á vári 2027, so greiða er fingin á viðurskiftini undan komandi sáttmálasamráðingum á danska arbeiðsmarknaðinum.
Í stjórnargrundarlagnum er tó ein treyt: Áðrenn halgidagurin verður settur aftur í gildi, skal talið av fólki í arbeiði vera vaksið samsvarandi tí, sum avtøkan av degnum varð mett at økja arbeiðsútboðið. Pia Olsen Dyhr sigur, at arbeiðsvirknið er vaksið, og hon væntar, at treytin verður lokin í 2030.
Sambært DR verður spurningurin um lønina partur av samráðingunum millum løntakarar og arbeiðsgevarar. Tá dýri biðidagur varð tikin av sum frídagur í Danmark, fingu løntakarar eitt lønarískoyti á 0,45 prosent.
Dýri biðidagur varð tikin av sum halgidagur í Danmark í 2023 og var fyrstu ferð vanligur arbeiðsdagur í 2024. Broytingin í Danmark hevði ikki við sær, at dagurin varð tikin av í Føroyum.