Tíðindaskriv:
Tað hevur leingi verið ein avbjóðing at fáa nóg mikið av serlæknum til Føroya. Samstundis veksur talið av eldri borgarum, og tørvurin á kanningum og viðgerð veksur. Tí veksur tørvurin á serlæknum.
Í frágreiðingini “Tørvurin á serlæknum í føroyska heilsuverkinum”, sum Heilsumálaráðið gav út í 2024, varð mælt til at økja talið av normeraðum serlæknastørvum í Sjúkrahúsverkinum úr 68 upp í 121. Tað eru 53 størv fleiri. Harumframt vóru ikki øll verandi størv sett.
Serlæknapuljan hevur gjørt tað møguligt at seta fleiri serlæknar, tá skikkaðir læknar hava verið tøkir. Hon hevur sostatt verið eitt týðandi amboð til at styrkja atgongdina hjá føroyskum sjúklingum til serkøna kanning og viðgerð.
Játtanin á 3,95 mió. kr. frá 2026 verður flutt til vanliga raksturin at fíggja longu sett størv.
Men eingin nýggj játtan kemur í puljuna til fleiri serlæknastørv í 2027.
Í fíggjarlógaruppskotinum verður ein millión raðfest til vaktarlagið innan barnsburð og anestesi. Tað er jaligt, men kemur ikki í staðin fyri eina serlæknapulju, sum kann brúkast til at seta fleiri serlæknar innan fleiri sergreinar.
Tá myndugleikarnir sjálvir staðfesta stóran serlæknatørv, eigur fíggingin at fylgja við. At lata serlæknapuljuna standa uttan játtan gongur móti tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum hjá
Heilsumálaráðnum. Tað er trupult at síggja, hvussu landsstýrið ætlar at røkka egnum málum um fleiri serlæknar, tá fíggingin til tað amboðið, sum hevur givið úrslit, verður tikin burtur.
Læknafelagið heitir tí á landsstýrið og Løgtingið um at endurfíggja og styrkja serlæknapuljuna í 2027.
Vegna nevndina í Læknafelag Føroya
Ragnar Djurhuus Hammer, formaður