info
Ongi úrslit

Nýggj barnabókavirðisløn: Barnabókavirðisløn Føroya Lærarafelags

Virðislønin hevur til endamáls at fagna barna- og ungdómsbókmentum. Virðislønin verður latin einum, sum hevur gjørt eitt serstakt arbeiði fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Dagfinn Olsen
5. oktober 2026 kl. 18:24

Á 70 ára hátíðarhaldi hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags á Finsen á altjóða læraradegnum í dag 5. oktober varð kunngjørt, at Føroya Lærarafelag setur á stovn nýggja barnabókavirðisløn. Endamálið við Barnabókavirðisløn Føroya Lærarafelags er at fagna barnabókmentum, og verður latin einum barnabókarithøvundi, myndlistafólki, týðara, miðlara, grafikara ella øðrum, sum við eldhuga ella nýhugsan hava gjørt eitt serstakt arbeiði fyri barna- og ungdómsbókmentir.

 

Á aðalfundinum ólavsøkudag í 1956 settu lærarar Bókadeild Føroya Lærarafelags á stovn, tí ynski var at fáa fleiri bøkur á føroyskum til børn og ung, og týdningurin at hava barna- og ungdómsbøkur á føroyskum er eins stórur í dag sum hann var í 1956.

Barna- og ungdómsbøkur eru ein grundsúla, ið tryggjar, at vit hava eitt livandi føroyskt mál.

Barna- og ungdómsbøkur eiga at vera viðkomandi. Í bókini møta børn og ung mentan, list og søgum, ið fær tey at undrast. Bókin gevur børnum og ungum ein møguleika at koma niður í ferð og ferðast í annan heim.

 

Virðislønin

Virðislønin verður latin einum ella fleiri, sum  hevur gjørt eitt serstakt arbeiði fyri barna- og ungdómsbókmentir. Virðislønin er 50.000 krónur og heiðursbræv. Tann, ið fær virðislønina, skal vera virkin og hava lokið minst eina av hesum treytum:

·      Hava skrivað eina serstaka barna- ella ungdómsbók

·      Hava skrivað fleiri barna ella ungdómsbøkur

·      Hava týtt ella myndprýtt barna- ella ungdómsbøkur

·      Hava arbeitt til frama fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Tala umstøðurnar fyri tí, kann virðislønin verða latin meira enn einum.

 

Virðislønin verður latin árliga á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag. Fyrstu ferð á aðalfundinum á vári í 2027.

 

Dómsnevnd

Fimm limir eru í dómsnevndini. Føroya Lærarafelag, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Betri Pensjón, Námsvísindadeildin/Føroyamálsdeildin og Rithøvundafelagið velja hvør sítt umboð, sum sita í nevndini í eitt 3 ára skeið. Nevndin verður vald sama ár sum forfólkaval er í Føroya Lærarafelag.

Umboð Bókadeild Føroya Lærarafelags er forfólk í dómsnevndini.  

Forfólkið í Bókmentaligu nevndini er skrivari í dómsnevndini, skrivar bfl.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dýri biði­dagur skal aft­ur verða halgi­dagur í Danmark

13 minuttir síðan
Tíðindi

Kongur tók ímóti løgmanni á Amalienborg í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt staklag frá Holgari

1 tími síðan
Tíðindi

Læknafelagið róp­ar var­skó – lands­stýrið vend­ir egn­ari serlækna­ætlan bakið

1 tími síðan
Tíðindi

Lýsa eftir varastjóra av nýggjum

1 tími síðan
Tíðindi

Algur beindu fyri 1000 tonsum av laksi hjá Grieg Seafood

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir menn eru avrættaðir í Iran í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Karoline Leavitt fer at starvast fyri Fox News

4 tímar síðan
Tíðindi

Búskapur og trivnaður hanga saman

5 tímar síðan
Tíðindi

Venstre hongur fast undir seks prosentum

5 tímar síðan
Tíðindi

12 amerikansk bumbuflogfør farin úr Bretlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Rinda før­oy­ing­ar ov nógv í av­gjøldum?

5 tímar síðan