info
Ongi úrslit

Einki endur­gjalds­krav um Steno-bygning­urin ikki verður bygdur

Landsstýrið hevur ikki bundið seg til at byggja Steno Miðstøðina uttan mun til kostnaðin. Verður bygningurin sleptur, heldur avtalan um stuðul til raksturin kortini fram.

Eirikur Lindenskov
6. oktober 2026 kl. 09:31

Landsstýrið fær einki endurgjaldskrav frá Novo Nordisk Fonden, um tað velur ikki at byggja nýggja bygningin til Steno Miðstøðina.

Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu. Svarið er dagfest 5. oktober.

Beinta Løwe hevur millum annað spurt, um landið hevur bundið seg til byggingina uttan mun til kostnaðin, hvør skal rinda ein møguligan meirkostnað, og hvørjar avleiðingar tað fær, um bygningurin ikki verður bygdur.

Sambært landsstýriskvinnuni hava landsstýrið og Novo Nordisk Fonden gjørt tvær avtalur. Onnur snýr seg um stuðul til rakstur og annað virksemi, meðan hin snýr seg um bygningin.

Verður avgerð tikin um ikki at byggja, endar byggiavtalan. Hin avtalan heldur fram óbroytt í avtalaða tíðarskeiðinum.

Ætlanin um C-bygningin er slept

Novo Nordisk Fonden hevur avtalað at lata landsstýrinum 62 milliónir krónur til ein bygning, sum skal hýsa virkseminum hjá Steno Miðstøðini. Landið skal standa fyri byggingini.

Partarnir hava tó eisini avtalað, hvussu farast skal fram, um tað ikki ber til at byggja fyri hesa upphæddina. Tá skal landsstýrið kunna grunnin, og partarnir skulu samráðast um framhaldið.

Heilsu- og orkumálaráðið hevur longu kunnað Novo Nordisk Fonden um støðuna og um, at ætlanin at víðka C-bygningin á Landssjúkrahúsinum er slept.

– Nei, Føroya landsstýrið hevur ikki bundið seg til at byggja eina Steno Miðstøð sama, hvør kostnaðurin er, staðfestir landsstýriskvinnan.

Meirkostnaður kann seinka øðrum íløgum

Enn er ikki støða tikin til, hvat víðari skal henda, ella hvussu ein komandi fíggingarleistur skal síggja út. Tí ber heldur ikki til at siga, hvør skal rinda ein møguligan meirkostnað.

Landsstýriskvinnan vísir tó á, at løgukarmurin hjá landinum er avmarkaður. Skal landið rinda meira enn upprunaliga ætlað, kann tað hava við sær, at aðrar íløguætlanir verða seinkaðar, møguliga eisini í Heilsuverkinum.

Byggiavtalan varð undirskrivað í 2022. Endamálið er at skapa nútímans hølisviðurskifti til viðgerð, tvørfakligt samstarv, útbúgving og gransking.

Skal vera á Landssjúkrahúsinum

Beinta Løwe spurdi eisini, um Steno Miðstøðin kann staðsetast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella Suðuroyar Sjúkrahúsi, um tað er ein bíligari loysn.

Sambært landsstýriskvinnuni ber tað ikki til við atliti til tørvin á serlæknaviðgerðum.

Fólk við diabetes hava tørv á viðgerð frá fleiri sergreinum, millum annað endokrinologum, eygnalæknum, nýralæknum og hjartalæknum. Hesar sergreinar og Steno Miðstøðin eru á Landssjúkrahúsinum.

Niðurstøðan hjá pørtunum var tí, at miðstøðin skuldi skipast sum ein samantvinnaður partur av Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, bæði fyri at veita best møguliga viðgerð og fyri at gagnnýta starvsfólkaorkuna og fíggjarligu orkuna í Sjúkrahúsverkinum.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stór konsert í Vestmanna

11 minuttir síðan
Tíðindi

Starvsdagar á Brandstøðini í Havn

21 minuttir síðan
Tíðindi

Takplátur vóru um at ríva seg leysar

57 minuttir síðan
Tíðindi

Gevur fløgu út við gomlum kontryløgum

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður: Eingin trup­ul­leiki við Merki­num á donsk­um henaðar­búnum

1 tími síðan
Tíðindi

Bilur fór út av Oyndar­fjarðar­vegnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvey fólk dripin í ukrainskum dronuálopi á Moskva

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita um Føroya Tele skal býtast sundur

2 tímar síðan
Fótbóltur

U21 EM: Ísland hevur eina stóra favorittstøðu móti Føroyum

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Eyðun Klakstein fer eftir øllum trimum stigunum

9 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Kasakstan hevur eina lítla favorittstøðu móti Føroyum

10 tímar síðan
Tíðindi

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

10 tímar síðan