Seinnapartin í morgin klokkan 15 - tað er klokkan 19 lokala kasakiska tíð - spælir føroya landsliðið fjórða dystin í hesari Nations League kappingini.
Mótstøðuliðið í bólki 3 í Nations League deild C verður Kasakstan. Vøllurin í Astana hevur graslíkið, og tað verður helst tað einasta heimliga við dystinum hjá okkara leikarum.
Tá liðini hittust á Tórsvølli 26. september endaði dysturin við javnleiki 1-1.
Føroyar hava vunnið tríggjar venjingardystir móti Kasakstan, men hava til góðar at vinna ein kappingardyst á Kasakstan. Har er talan um tveir javnleikir og ein kasakiskan sigur í trimum innanhýsis kappingardystum.
Eftir trý umfør er støðan í bólki 3 tann, at Slovakia hevur sjey stig, Moldova hevur fýra stig, Føroyar hava trý stig (fyri tríggjar javnleikir), og Kasakstan hevur eitt stig.
Kasakstan hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á kasakiskan heimasigur liggja millum 2,30 og 2,45.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 2,88 og 3,10
Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 3,05 og 3,42.
HER eru oddsini:
-
©