Tórshavnar kommuna:
Heini S. Østerø og Petur Mohr Sigurstein byrjaðu báðir sum sløkkiliðsmenn 1. oktober í 1996, og hava 30 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fingu teir tí heiðursbræv og silvurmedalju fyri trúgva tænastu.
Toni Dam hevur 25 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fyri tað fekk hann gávu frá Tórshavnar kommunu.
Karis við Brúgv og Mortan A. M. Poulsen hava 20 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum og fingu 20 ára anciennitetstekn.
Sløkkiliðið heiðraði Erlu á Bøgarði á Smið, Atli H. Lamhauge Christoffur Dam og Sigmund A.
Johanneson sum øll hava havt 10 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum.
Tórshavnar kommuna ynskir øllum hjartaliga til lukku við takk fyri góða og trúgva tænastu.
Toni Dam hevur 25 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum.
Tórshavnar Sløkkilið fevnir um alla Suðurstreymoy við støðum í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy, Velbastað og Hesti umframt høvuðsstøðina við Oyggjarvegin
-
©