Skal Føroya Tele framhaldandi bæði kappast um kundarnar og vera einasti veitari av netkervinum?
Tað vil Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, hava svar upp á. Hann hevur sett Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning um kappingarstøðuna hjá Føroya Tele.
Bjarni Kárason Petersen spyr, um landsstýrismaðurin metir tað vera kappingarfremjandi, at Føroya Tele kappast á samskiftisøkinum, samstundis sum felagið er einkarveitari av netkervinum.
Hann vil eisini vita, um landsstýrismaðurin ætlar at fáa neyðugu lógarheimildina til at skilja feløgini sundur og broyta ognarviðurskiftini, so P/F NET og P/F Samskifti ikki verða undir sama samtaki.
Í viðmerkingunum vísir tingmaðurin á, at landsstýrið í 2021 heitti á nevndirnar í Føroya Tele og NET um at fáa eina óhefta frágreiðing um, hvussu ein sundurskiljing kundi tryggja størri gjøgnumskygni og frælsari og javnari kapping.
Føroya Tele og NET bóðu Copenhagen Economics gera greiningina, og frágreiðingin varð latin Føroya Tele í 2022.
Sambært Bjarna Kárasyni Petersen var niðurstøðan, at ein sundurskiljing hevði tryggjað fult gjøgnumskygni um treytirnar hjá veitarunum fyri atgongd til undirstøðukervið og givið frælsa og javna kapping um kundarnar.
Hann skrivar, at undanfarna landsstýri arbeiddi við málinum, men ikki kom á mál vegna vantandi undirtøku.
Við fyrispurninginum vil hann nú fáa greiðu á, hvat sitandi landsstýri ætlar at gera.
Fyrispurningurin er dagfestur 5. oktober 2026.