Sambært løgregluni vóru onkrar takplátur um at ríva seg leysar, og í Hoyvík var eisini leyst tilfar.
Løgreglan skrásetti eitt mál um vindskaðar, men skaðarnir gjørdust tíbetur ikki so umfatandi, upplýsir løgreglan í morgun.
Á myndunum frá í gjár sæst Tórshavnar Sløkkilið við einum stigabili við eini hús á Hvarvinum í Havn, har fólk frá sløkkiliðnum vóru boðsent til ein smávegis vindskaða.
