Beinir Johannesen, løgmaður, sær ongan trupulleika í, at starvsfólk í donsku verjuni sjálvboðin nýta akslamerki við føroyska flagginum.
Tað upplýsir hann í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Bjarna Kárasyni Petersen, løgtingsmanni, um Merkið á donskum hernaðarbúnum. Svarið er dagfest 5. oktober.
Bjarni Kárason spurdi, um nýtslan er í samsvari við flagglógina, um landsstýrið varð kunnað um hana, og um løgmaður heldur tað vera í lagi, at danska verjan nýtir Merkið til at umboða danskt hernaðarvald.
– Hernaðarmál eru felagsmál sambært heimastýrisskipanini. Eg havi ongar trupulleikar av, at akslamerki við Merkinum verða nýtt sjálvboðið av starvsfólkum í donsku verjuni, svarar løgmaður.

Fingu óformliga kunning í fjør
Sambært svarinum fekk táverandi Uttanríkis- og vinnumálaráðið í seinnu hálvu av 2025 óformliga kunning frá danska verjumálaráðnum og donsku verjuni um nýtsluna.
Kunningin var, at eitt akslamerki við danska, føroyska og grønlendska flagginum var vorðið alsamt meira vanligt millum starvsfólk í donsku verjuni.
Talan er um eitt merki, sum kann festast á búnan og takast av aftur. Løgmaður vísir á, at tað er sjálvboðið at nýta merkið, og at slík merki ikki eru óvanlig á hernaðarbúnum og øðrum tænastubúnum.
Eftir tí, sum løgmanni er gjørt kunnugt, hevur einki skrivligt samskifti verið millum føroyskar og danskar myndugleikar um málið.

Fútin má meta um lógarbrot
Løgmaður tekur ikki støðu til, um nýtslan av Merkinum á hernaðarbúnunum er í samsvari við flagglógina.
Hann vísir til ásetingina um, at løgreglan skal ansa eftir, at flagglógin verður hildin.
– Eg meti tí ikki, at tað er rætt av mær at úttala meg um einstøk mál. Tað er fútin, sum tekur slík mál upp og metir, um lógarbrot er framt, sigur hann.
Í svarinum vísir løgmaður eisini til ásetingarnar um, hvørja nýtslu flagglógin fevnir um, og bannið móti at vanvirða flaggið og nýta tað sum merki hjá einstøkum persónum, feløgum ella stovnum.
Metir fútin, at lógarbrot er framt, reisir hann ákæru í málinum, staðfestir løgmaður.