Ummæli:
Eg hevði eitt ánilsi um, at tað fór at verða nakað stórt á konsertini, tí gongdin hjá Eivør hevur bara alla tíðina verið, at hava nakað øðrvísi og stórbart hvørja ferð, vit hava fingið nakað frá henni.
So var eisini hesa ferð, tí alt byrjaði við einum sokallaðum ”braki” og so fór henda floymanin at tónum og ein ordinerum ljósshowi í gong, so man hevði líkasum lyndi til at missa ondina.
Har var so nógv at geva, at ein fór at siga sær sjálvum, at tað skal ein fantastisk orka og vilji til, at fáa alt hetta at fara upp í hesa hægru eindina.
Eg vil skunda mær at siga, at eg varð ikki sørt bilsin av tí tøkniliga partinum, tí har var bara alt so væl frágingið, tí tað skal ikki sørt av hegni og dugnaskapi til at fáa slíkt so stórt og gevandi!
-
©
Tað er júst henda tíðin við øllum teimum møguleikum, sum fær eina Eivør at seta sær nýggj og gevandi mál, so frá mær skal alt setup´ið fáa stórt rós, tí slíkt havi eg ikki upplivað fyrr!
At hon so hevur so gott og dugnaligt fólk afturat sær ger bara, at alt riggar til UG og tað strikaði Eivør eisini undir.
Tað stilla var eisini gott
Tað sermerkta var, at í tí fyrsta var kanska alt ein uppliving av øllum tí sum eg havi nevnt, so sangurin fór eitt vet aftur um, men so kom hon eisini við onkrum løgum, har hon hegnisliga segði frá upprunanum og vit kundu leggja oyruni til eitt tað mest yndisliga eg havi hoyrt – FLOTT!
Eitt sum Eivur altíð hevur dugað, er at fáa okkum áhoyrarar við og hvussu hon fær okkum at føla okkum vælkomnan, tí tað gevur allari upplivingini eina fjálga og góða kenslu, sum ein kann hava við sær.
Har var bara alt so frálíka væl frágingið, sum eg ikki áður havi sæð og hoyrt á føroyska tónleikapallinum – FRÁLÍKT!
Tað ar eisini sera stórt at hoyra tær báðar, Elinborg og Biritu, sum onkursvegna styrktu sangligu framførsluna!
Eg eri spentur um at lurta meira eftir útgávuni TUNGL, tí har er rættiliga nógv gjørt við ymsu ljóðpartarnar, sum konsertin eisini bar boð um.
Skilligt var á øllum, at vit høvdu verið vitni til nakað sera stórt, sum eg eri rættiliga spentur um at fylgja – góða tónleikaferð!
Fríðálvur A. Jensen