Sara Benjaminsen var á vøllinum í 61 minuttir, og Kára Sigurðsson slapp á vøllin seinastu 10 minuttirnar av dystinum, tá lið teirra, FC Nordsjælland spældi dyst á útivølli móti FC Midtjyllandi.
FC Nordsjælland hevði favorittstøðuna undan dystinum, men megnaði ikki at liva upp til favorittstøðuna. Dysturin endaði við javnleiki 0-0.
FC Nordsjælland er næstfremst í deildini við 22 stigum. HB Køge er fremst við 25 stigum, og tær hava leikt ein dyst færri enn FC Nordsjælland.
Týskvøldið 27. oktober hevur FC Nordssjælland dyst á heimavølli móti AGF.