Tíðliga seinnapartin spældi liðið hjá Poul Kallsberg, Hillerød dyst á útivølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini móti oddaliðnum, Hvidovre.
Hvidovre vann dystin 1-0. Sigursmálið var skotið beint undan steðginum.
Poul var á vøllinum seinastu 19 minuttirnar av dystinum, um vit telja yvirtíðina við.
Hillerød er næstaftast í deildini við níggju stigum. Teir hava fimm stig upp til Aarhus Fremad, ið er á sætta plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Leygardagin klokkan 12 hevur Hillerød dyst á heimavølli móti AaB.