info
Ongi úrslit

Eldrabyrðan av politikarum er øgilig

Oddagrein: Tað eru nú 24 ár síðani, at Løgtingið sam­tykti lóg­ar­broyt­ing­ina, sum førdi til, at løn­in hjá tingfólki fór úr 17. lønarflokki á løn­ar­talv­uni hjá tænastumonnum til 34. løn­ar­flokk.

Oddagrein í Sosialinum
23. september 2023 kl. 06:54

Ein lønarhækking í nútíðar peng­um upp á 15.340 krónur, altso úr 27.536 krón­um upp í 42.875 krónur ella ein hækk­ing upp á góð 55 prosent.

Gullrandaða pensjónin hjá politikarum okk­ara fylti tó 30 ár fyrr í ár, tí tá kom lóg­in í gildi, sum gav tingfólki rætt til eftirløn. Eft­ir sekstan ár á tingi, hevði tingfólk rætt til 90 pros­ent av lønini í pensjón. Í dagsins peng­um er tað slakar 25.000 krónur.

Eftir at fullveldissamgongan varð skip­að í 1998, tá nýggja stýrisskipanin og ting­skip­an­in vóru komnar í gildi, har eitt nú løg­tings­for­mað­ur­in varð lyftur upp í tign, valdi løg­tings­for­mans­skap­ur­in at broyta løn­ina hjá tingfólki. Lønarhækkingin var í ein­um um 55 prosent. Og samstundis gjørd­ist gull­rand­að­a pensjónin uppaftur betri, tí nú fingu tingfólk rætt til 60 pros­ent av løn­ini í pensjón, tá tey høvdu sitið 16 ár á tingi.

Men tað margháttliga var, at Løgtingið valdi, at broyt­ing­ar­nar skuldu hava aft­ur­virk­andi kraft. Men tó bara so, at ting­fólk­ini, sum sótu í 1999, sjálvi vórðu umfatað av lóg­ina. Ikki tey, sum høvdu sitið áðrenn. Tað vil siga, at tingfólk tóku støðu til at hækka sína egnu løn og sína egnu pensjón. Tað nát­úr­liga hevði verið, at lógin kom í gildi eft­ir næsta val, so sum gjørt er seinni. Men hes­a­ferð var talan um stóra lønar- og pen­sjóns­hækking, og tá viga persónligu fyri­lit­ini helst meira hjá tingfólki.

Í 2018 hækkaði Løgtingið pen­sjóns­ald­ur­in hjá øllum føroyingum, uttan hjá pol­it­ik­ar­um. Teir hava framveigs pensjónsaldur upp á 67 ár og hjá summum, sum hava sitið nóg leingi, 60 ár. Við fullari  pensjón.

Tað er ein øgilig byrða, sum Løgtingið har­við legði á landskassan við hesi avgerð, sum sambært landsroknskapinum kostar 425 mill­i­ón­ir krónur. Tí pensjónirnar eru lív­lang­ar, og tað merkir, at øll tingfólk, sum hava sit­ið á tingi í minst eitt ár, eiga løn frá Løg­ting­inum rest­ina av lívinum, tá tey koma til pen­­sjóns­ald­ur. Fyri tey kann tað tí vera full­komiliga líka mikið, um fólka­pen­sjóns­ald­ur­in so verður 75 ella 80 ár. Tí tey sleppa undan – enn í øllum førum.

Nú eru fimm ár síðani fólka­pen­sjóns­ald­ur­in varð hækkaður. Tað sigur seg sjálvt, at ting­fólk skulu javnsetast við øll onnur – eis­ini við hækkaðumm pensjónsaldri.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

3 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

4 tímar síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

5 tímar síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

5 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

5 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

6 tímar síðan
Tíðindi

Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið ímóti kommununum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ovara endaspælið: HB vann stórsigur á Skála ÍF

6 tímar síðan
Tíðindi

48 nýggj vinnustykki liðug á Ovara Hjalla

6 tímar síðan