info
Ongi úrslit

Er stættastríðið av

info
23. november 2005 kl. 13:18
Johan Carl Dam

Vit frætta frá landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, at løgmaður sigur stættarstríðið at vera fiktivt og endaliga avgreitt. Neyvan eru øll samd við løgmanni í hesum, og undirritaði veit í hvussu er, at stættarmunurin er ikki horvin, nei, hann er bara vaks­andi.
Hygg bara eftir, hvussu mynd­ugleikarnir blíva við við at geva teimum ríku og taka frá teimum fátæku. Í so máta mugu vit siga, at løg­mað­urin roynist sum ein øvugt­ur Robin Hood. Skatta­­lættin er eitt dømi, har bara tey væl­­bjarg­aðu fáa burtur­­úr. Síðan er alt tað, sum nú verður flutt út til komm­­un­­ur at um­sita. Tað ger, at vit skulu gjalda fyri hesar tænastur gjøgnum kommunuskattin ístaðin fyri gjøgnum landsskattin. Kommunuskatturin er, upp á seg, nógv dýrari fyri tey, sum tjena í minna lagi. Tí er tað, at flyta tænastur út á kommunurnar, lutvís dýrari fyri arbeiðaralønina enn stjór­a­lønina.
Annars dýrka allar vørur og ikki bara oljan. Og hava lægru lønirnar tí meira enn ilt við at gjalda dagligar rokningar. Tá vit so umframt mest sum dagliga fáa skriv frá tryggingini um, at allir tryggingarprísir eru farnir til himmals. Eitt nú kostar tað næstan 1800 krónur árliga at tryggja eitt prutl, umframt skal sami tryggingartakari gjalda 3.000 krónur í sjálvs­ábyrgd. Tvs at ein skaði á prutlið skal fara upp um 5.000 krónur, áðrenn tryggingartakarin fær nakað afturgoldið. Biltryggingin dýrk­ar somuleiðis, húsa­trygg­ingin eisini. Eg haldi tað vera ótrúligt, at tryggingin skal sleppa at eyðræna fólk soleiðis. Men kanska skulu markleysu íløgur teirra fíggj­ast av okkum eisini. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so kemur landsstýrið eisini við einari fúlari eykarokning upp á vegskatt.
Nú verður so nógv rópt upp um, at vit skulu vera nøgd allíkavæl, tí gjaldið til samhaldsfasta er sett upp við einum kvartum prosenti. Tað er sjálvsagt at fegnast um, at okkara pensionistar fáa nøk­ur oyru afturat. Ja, kanska eru eini pensionistahjún í fleiri førum betri stillað enn hjún, við lágum inntøkum. Sam­haldsfasti er í fínasta lagi, men hann hjálpir ikki teimum lægru løntu á nakran hátt í teirra dagliga stríði. Samhaldsfasti hjálpir ikki eitt vet upp á keypiorkuna hjá einum lágløntum.
Kanska er einki stríð mill­­um stættir longur, men stætta­­munurin er øgiligur og vaks­andi. Kemur ikki vend í og tað skjótt, so kann væl verða at vit fáa eitt stætta­stríð, sum vit ongan tíð hava upplivað áður.
Lummarnir hjá teimum lægri løntu eru fyri langari tíð síðan tómir, bankarnir vilja bara hjálpa, har tað loysir seg, og tá myndugleikarnir ikki tykjast hava hugflog til at fara eftir øðrum enn lægstu lønunum, ja, so kann alt bara enda í ruðuleika.
Hetta verður okkum av sonnum ein dýr og van­lukku­lig 0-loysn. Tað eru ikki nógvar rokningar, ein kann gjalda við 0 krónum.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Harvey Weinstein fær 15 ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang

17 minuttir síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona legði fyri í svensku kappingini við tapi

27 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi reyk úr týsku steypakappingini

57 minuttir síðan
Tíðindi

Spyr hví undirvísing í føroyskum ikki er í fleiri økjum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias Hellisdal er klárur til stóra møguleikan

2 tímar síðan
Tíðindi

USA hevur boðið Putin til G20-fund í Miami

3 tímar síðan
Tíðindi

Iran vísti myndir av dripnum børnum í ST

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Hernaðarvenjing í Vestmanna

3 tímar síðan
Tíðindi

Hetland setur undir­sjóvar­tunnil til Yell fremst

4 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendskar fyrstuhjálparsamskiparar

4 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um kostnaðin av nýggjari Steno Miðstøð

4 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Rubek slóðaði fyri

4 tímar síðan