Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti annan dystin í EM-undanbólki 4. Dysturin verður í leiktur í Podgorica móti Montenegro.
KVF vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Í EM-endaspælinum í Oslo vunnu Føroyar 37-24 (19-12) á Montenegro, men Montenegro er tiltikið gott heimalið, har teir eru væl stuðlaðir av einari larmandi og fanatiskari áskoðarafjøld. Nakað Tjarnir-fjepparar kundu lært eitt sindur av, tá okkara hava heimavøll.
Oddsini hjá 13 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru rættiliga jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt vet til føroyskan sigur.
Oddsini upp á heimasigur til Montenegro liggja millum 2,25 og 2,40.
Oddsini upp á javnleik - sum Føroyar væl kunnu brúka í einum útidysti - liggja millum 7,00 og 9,00.
Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 1,82 og 1,90.
HER eru oddsini:
-
©