info
Ongi úrslit
© Shir Torem/Reuters.
Gadi Eisenkot, fyrrverandi ísraelskur herleiðari og formaður í Yashar-flokkinum, fer av valstaðnum í Herzliya, eftir at hann hevur atkvøtt á tjóðartingsvalinum 27. oktober.

Mótstøðumaður Netanyahus fær fyrsta møguleikan

Ísraelski forsetin hevur valt Gadi Eisenkot at royna at skipa nýggja stjórn. Men óvist er, um fyrrverandi herovastin megnar at savna ein meiriluta.

Eirikur Lindenskov
8. november 2026 kl. 10:16

Gadi Eisenkot fær fyrsta møguleikan at skipa nýggja stjórn í Ísrael eftir tjóðartingsvalið 27. oktober.

Tað boðaði ísraelski forsetin, Isaac Herzog, frá í gjárkvøldið. Sambært forsetaskrivstovuni skal Eisenkot formliga fáa uppgávuna í dag.

Eisenkot fekk tilmæli frá 67 av teimum 120 tinglimunum í ísraelska tjóðartinginum, Knesset. Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, fekk tilmæli frá 46 tinglimum, meðan sjey ikki mæltu til nakran.

Tá Eisenkot hevur fingið uppgávuna, hevur hann 28 dagar at skipa stjórn. Forsetin kann leingja freistina við upp í 14 døgum afturat.

Hóast undirtøkuna er langt á mál hjá fyrrverandi herovastanum. Sambært Reuters hevur floksbólkur hansara ikki meiriluta einsamallur, og Eisenkot hevur higartil avvíst at skipa stjórn saman við arabisku flokkunum, sum annars kunnu tryggja honum meirilutan.

Netanyahu heldur fram sum forsætisráðharri, meðan samráðingarnar um eina nýggja stjórn fara fram.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja noyðist at brúka neyðstreym

22 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett íslendskan hjálparvenjara

29 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri løstað í jarðskjálvta í Japan

1 tími síðan
Tíðindi

Herverk móti bili í miðbýnum

1 tími síðan
Tíðindi

Seks dripin í skotálopi í Krakow

1 tími síðan
Tíðindi

Trump bjóðar kampsportsstjóra starv sum talsfólk

3 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir menn avrættaðir í Iran eftir januar-mótmæli

3 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein føroyskan sigur

4 tímar síðan
Fótbóltur

Hillerød er bert eitt stig frá ovara endaspælinum

10 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Gyltu misti alt á gólvið seinasta minuttin

11 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Bjørn Miezan skiftir til AB

12 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 64 mál í átta dystum

12 tímar síðan