Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur seg hava boðið Dana White, stjóra í kampsportsfelagsskapinum Ultimate Fighting Championship (UFC), leysa starvið sum talsfólk hjá Hvíta húsinum.
– Tað gleðir meg at kunna boða frá, at tann stóri Dana White, ein harðførur stríðsmaður og kríggjari, hevur fingið boðið starvið sum pressutalsfólk hjá USA, skrivar Trump í gjár á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Saman við uppslagnum eru myndir av fleiri av fremstu kampsportsíðkarunum í heiminum, teirra millum meistarum úr Russlandi.
– Eg havi biðið hann taka nakrar hjálparar við sær, eisini hóast summir teirra ikki eru úr okkara landi.
– Okkum tørvar hesi fólkini at verja okkum móti tí øra vinstraveinginum, skrivar Trump.
– Dana, tak nú vinarliga av starvinum!
UFC, sum Dana White stendur á odda fyri, er heimsins størsti fyriskipari av stevnum í kampsportsgreinini MMA.
Óvist er, um almenna starvstilboðið hjá forsetanum er meint í álvara, skrivar BBC.
Eftir uppslagið hjá Trump hevur Dana White lagt eina mynd á Instagram av sær sjálvum aftan fyri røðarapallin í pressurúminum í Hvíta húsinum.
– Víðari til næsta kapittul, skrivar White á Instagram.
Starvið sum talsfólk hjá Hvíta húsinum gjørdist leyst, tá Katie Zacharia fór úr starvinum miðskeiðis í oktober eftir bert fáum døgum.
Trump hevði heitt á hana um at umhugsa sín leiklut.
Hetta hendi, eftir at hon hevði sagt seg vera advokat, men seinni viðgekk, at hon ikki hevði staðið próvtøkuna, sum gevur rætt til at virka sum advokatur.
Fyrr í vikuni var flokkurin hjá Trump, Republikanski flokkurin, fyri einum stórum ósigri á miðskeiðsvalinum. Demokratarnir tóku meirilutan frá flokkinum bæði í Umboðsmannatinginum og í Senatinum.
Í einum øðrum uppslagi á Truth Social í gjár heldur Trump uppá, at demokratiskir politikarar »hótta eina rúgvu av fólki, teirra millum amerikanska løgmálaráðharran«, og at talan er um »avpressing á hægsta stigi«.
Trump kallar tær ákærdu hóttanirnar »heilt uttan fordømi og fullkomiliga ólógligar«.
Hann heitir á amerikanarar um at melda tær til løgmálaráðið – ella senda fráboðanirnar beinleiðis til hansara.
– Hesir skálkarnir eiga at verða settir í fongsul fyri tað, teir gera, skrivar hann á Truth Social.
Ritzau