info
Ongi úrslit
© Jakub Porzycki/Reuters
Bjargingarfólk arbeiða í miðbýnum í Krakow, har fleiri fólk lótu lív í einum skotálopi leygardagin.

Seks dripin í skotálopi í Krakow

Seks fólk hava latið lív og 16 eru særd í einum skotálopi á høvuðstorginum í gamla býarpartinum í Krakow. Pólski forsætisráðharrin kallar álopið eitt yvirgangsálop.

Eirikur Lindenskov
8. november 2026 kl. 08:55

Fýra kvinnur og tveir menn doyðu, og 16 onnur fólk vórðu særd, tá ein maður leygardagin fór at skjóta á einum torgi í miðbýnum í pólska býnum Krakow.

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, kallar hendingina eitt yvirgangsálop. Tað segði hann á tíðindafundi í býnum í gjárkvøldið.

– Higartil hava vit í Póllandi ikki havt so álvarsligar tilburðir av yvirgangi, sigur hann.

– Tað er tað, vit mugu kalla hetta óndskapsfulla álopið á mannalív her í Krakow.

Ein bretskur ríkisborgari er millum tey deyðu. Trý av hinum deyðu eru pólskir ríkisborgarar, meðan samleikin hjá teimum báðum síðstu enn ikki er staðfestur, upplýsir pólska løgreglan.

Fimm útlendskir ríkisborgarar eru millum tey 16 særdu. Tey eru úr Eysturríki, Týsklandi, Portugal, Russlandi og Bretlandi, upplýsir eitt talsfólk fyri pólska innanríkisráðharran sambært tíðindastovuni Reuters.

Danska uttanríkisráðið upplýsti í einum skrivligum svari til Ritzau fyrr í gjárkvøldið, at eingi boð tá vóru um deyðar ella særdar danskar ríkisborgarar.

Uttanríkisráðið fylgir støðuni og er í sambandi við pólskar myndugleikar.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, skrivar á X í gjárkvøldið, at hann sendir teimum, sum eru rakt av skotálopinum, og pólska fólkinum sína samkenslu.

Skotálopið var á Rynek Główny, sum er høvuðstorgið í gamla býarpartinum í Krakow. Nógv ferðafólk vitja torgið.

Tann mistonkti gerningsmaðurin, sum sambært pólskum miðlum er pólskur ríkisborgari, er handtikin. Tað varð hann, tá hann royndi at flýggja av staðnum, upplýsir løgreglan sambært Reuters.

Løgreglan skeyt mannin, og hann er fluttur á sjúkrahús.

Sambært løgregluni var hann einsamallur um álopið.

Pólski innanríkisráðharrin, Marcin Kierwiński, segði á tíðindafundinum í gjárkvøldið, at alt bendir á, at maðurin er hugtikin av høgravíðgongdari hugsjón og hevur sera víðgongdar áskoðanir.

Hetta verður nú kannað nærri.

Ein tyrla tekur lut í bjargingararbeiðinum eftir skotálopið í miðbýnum í Krakow leygardagin, tá fleiri fólk vórðu dripin. Mynd: Jakub Porzycki/Reuters.

– Bæði løgreglufólk og fólk frá trygdartænastuni eru til staðar her á gerningsstaðnum og heima hjá gerningsmanninum, sigur ráðharrin.

Fleiri vápn eru funnin í bilinum, sum maðurin koyrdi í.

Maðurin var í einum búna, sum líktist hernaðarbúna, og brúkti eitt automatvápn. Hann koyrdi inn á torgið í einum bili og fór síðani at skjóta, skrivar løgreglan á X.

Eftir álopið hevur pólska løgreglan rannsakað húsið, har maðurin búði. Har vórðu trý fólk afturat funnin deyð. Hildið verður, at tey vóru nær skyld við hann.

Krakow liggur í sunnara parti av Póllandi og er næststørsti býur í landinum. Býurin dregur nógv ferðafólk til sín alt árið.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Herverk móti bili í miðbýnum

2 minuttir síðan
Tíðindi

Trump bjóðar kampsportsstjóra starv sum talsfólk

1 tími síðan
Tíðindi

Tríggir menn avrættaðir í Iran eftir januar-mótmæli

1 tími síðan
Hondbóltur

EM: Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein føroyskan sigur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Hillerød er bert eitt stig frá ovara endaspælinum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Gyltu misti alt á gólvið seinasta minuttin

10 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Bjørn Miezan skiftir til AB

10 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 64 mál í átta dystum

11 tímar síðan
Fótbóltur

Fyrsta tapið hjá SV Ried síðani 30. august

11 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: EB vann á StÍF í bólki 2

12 tímar síðan
Tíðindi

Upp í 4,5 milliónir seiðir burturbeindir á hvørjum ári

12 tímar síðan
Tíðindi

Champions League: Marita var næstbesti málskjúttin hjá Nykøbing-Falster

13 tímar síðan