Hervør Pálsdóttir hevur biðið um at fáa uppskotið hjá Miðflokkinum um broytingar í fosturtøkulógini úr rættarnevndini aftur í tingsalin, hóast einki álit er komið frá nevndini.
Tí stendur málið tvær ferðir á dagsskránni, tá ið Løgtingið kemur saman í morgin, mánadagin 9. november, klokkan 13.
Fyrst skulu tingfólk atkvøða um, hvørt tingviðgerðin skal halda fram uttan álit. Verður tað samtykt, er møgulig onnur viðgerð næsta mál á skránni.
Rættarnevndin hevur havt málið síðani fyrstu viðgerð 24. september. Nevndin fekk longda freist til 4. november at lata álit, men einki álit kom innan freistina.
Hervør Pálsdóttir, sum sjálv er limur í rættarnevndini, hevur tí biðið um at fáa málið aftur í salin.
Við uppskotinum vil Miðflokkurin millum annað seta krav um ráðgeving og umhugsanartíð, áðrenn ein kvinna tekur endaliga avgerð um fosturtøku. Eisini skal kvinnan fáa í boði eina ultraljóðskanning í hesum tíðarskeiðinum.
Fleiri onnur mál eru á skránni fyri tingfundin.
Millum teirra er onnur viðgerð av uppskotinum um at keypa høvuðsmotorar til Smyril. Eisini skulu tingfólk viðgera eykajáttanir fyri heystumfarið og Skúlan á Trøðni.
Harumframt eru atkvøðugreiðslur um fyrispurningarnar um skattainntøkur og avtøku av skattafrádráttum og um russisk fiskiskip í føroyskum sjógvi og trygdina hjá føroyska samfelagnum.
Tingfundurin byrjar klokkan 13.