info
Ongi úrslit

Herverk móti bili í miðbýnum

Løgreglan sóknast eftir upplýsingum um herverk móti einum bili, sum varð framt gjáranáttina. Annars hevur verið nokso friðarligt seinasta samdøgrið.

Eirikur Lindenskov
8. november 2026 kl. 09:08

Um 11-tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at bakrúturin á einum bili var skaddur. Bilurin stóð í miðbýnum, tætt við eitt skeinkistað.

Løgreglan frættir fegin frá fólki, sum hava sæð okkurt, ið kann hava samband við herverkið.

Eisini fekk løgreglan beint áðrenn klokkan 12 í gjár fráboðan um illgruna um rúsdrekkakoyring í norðurøkinum. Løgreglan fekk fatur á føraranum, men illgrunin vísti seg at vera ógrundaður.

Um tvey-tíðina í nátt varð tó ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring. Viðkomandi varð skuldsettur, og blóðroynd varð tikin. Síðani varð førarin leyslatin aftur.

Løgreglan varð eisini boðsend til eitt skeinkistað um 22-tíðina í gjárkvøldið, har upptrekk var til ófrið uttanfyri. Tveir bólkar av fólki vóru farnir at kjakast, og løgreglan sendi teir hvør sín veg.

Harumframt fór ein alarmur í gongd í Sandoyartunlinum, so bummurin fór niður. Talan var um ein tekniskan feil, sum tunnilsfelagið kannar nærri, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri løstað í jarðskjálvta í Japan

5 minuttir síðan
Tíðindi

Seks dripin í skotálopi í Krakow

24 minuttir síðan
Tíðindi

Trump bjóðar kampsportsstjóra starv sum talsfólk

1 tími síðan
Tíðindi

Tríggir menn avrættaðir í Iran eftir januar-mótmæli

1 tími síðan
Hondbóltur

EM: Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein føroyskan sigur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hillerød er bert eitt stig frá ovara endaspælinum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Gyltu misti alt á gólvið seinasta minuttin

10 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Bjørn Miezan skiftir til AB

10 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 64 mál í átta dystum

11 tímar síðan
Fótbóltur

Fyrsta tapið hjá SV Ried síðani 30. august

11 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: EB vann á StÍF í bólki 2

12 tímar síðan
Tíðindi

Upp í 4,5 milliónir seiðir burturbeindir á hvørjum ári

12 tímar síðan