Í minsta lagi 22 fólk hava fingið løstir í einum hørðum jarðskjálvta í Japan.
Skjálvtin, sum rakti Shizuoka-økið miðskeiðis í Japan, varð máldur til 5,7 á Richter-skalanum.
Amerikanski stovnurin USGS máldi jarðskjálvtan til 5,5.
Sagt verður úr økinum, at handilsvindeygu knústust, tá skjálvtin rakti, og fólk rýmdu úr bygningum.
Sambært japanska kringvarpinum NHK er eingin vandi fyri flóðaldum.
Tað var klokkan 01 í nátt, lokala tíð, at jarðskjálvtin rakti Japan, og sagt varð, at jarðskjálvtamiðdepilin var á 41 kilometra dýpi.
Fleiri eftirskjálvtar hava verið, og ávarað verður um, at fleiri skjálvtar kunnu fara at merkjast.
Í samband við jarðskálvtan hava snartokini í økinum, sum er harðast rakt, minkað um ferðina av trygdarávum.