Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Vejle eru nú ósigraðir í fimm teimum seinastu dystunum. Í dag vann Vejle á heimavølli 1-0 á HB Køge. Gustav Marcussen skoraði sigursmálið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Vejle er næstfremst í deildini við 30 stigum. FC Fredericia er fýra stig aftanfyri Vejle. Og oddaliðið, Hvidovre er trý stig frammanfyri Vejle.
Árni Nóa Atlason og liðfelagarnir í Vendsyssel FF leiktu á heimavølli javnt 1-1 móti oddaliðnum, Hvidovre sum má staðfestast at vera eitt gott úrslit. Tá klokkan víst 64 minuttir legði útiliðið seg á odda 1-0. Men í 86. minutti syrgdi Benjamin Clemmensen fyri, at eitt stig lá eftir til heimaliðið.
Vendsyssel FF er næstaftast í deildini við 13 stigum. Teir hava fýra stig upp til AaB, ið er á týðandi sætta plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Tað eru sjey umfør eftir at leika í grundspælinum. Seinasta umfarið undan vetrarsteðginum verður leikt 5. og 6. desember.