Í seinasta leikumfarinum undan venjingardystunum móti Noregi og Danmark í Tróndheimi í komandi viku vístu stóð Maria P. Nólsoy fyri einum ótrúligum avriki, og Jana Mittún fyri einum góðum avriki, tá liðini hjá teimum, Keypmannahavn og Viborg í málríkum javnleiki leiktu javnt 35-35 í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var Viborg á odda 19-17.
Maria gjørdi slætt borð og skoraði átta mál upp á átta málroyndir. Harumframt legði Maria upp til heili 10 mál, og hon vann eisini Keypmannahavn eitt brotskast. Sambært hagtølunum var hon greitt besti leikarin á vøllinum.
Jana avrikaði eisini væl í dag. Hon skoraði seks mál upp á níggju málroyndir, og hon legði upp til fýra mál.
Viborg er nummar fimm í deildini við 14 stigum, og Keypmannahavn er nummar seks við 13 stigum.
Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum fekk í dag ein góðan dyst í beinini, um enn talan gjørdist um enn eitt tap til lið hennara, Skanderborg.
Í FREJA Arena í Skanderborg tapti heimaliðið greitt 25-37 fyri verandi meistarunum, Esbjerg. Í fyrra hálvleiki gekk betri at demma upp fyri stórleikarunum hjá Esbjerg, og í steðginum var útiliðið á odda 14-10.
Rakul hevði 11 bjargingar í 42 málroyndum (26,2), ið er góðkent, tá ein hugsar um, at talan er um eitt av heimsins fremstu liðum í felagshondbólti. Kappingarneytin, Else Bøg Hede hevði tvær bjargingar í seks málroyndum.
Skanderborg er næstaftast í deildini við bert tveimum stigum.
Í morgin klokkan 13 spæla Marita Mortensen og hinar í Nykøbing-Falster dyst á útivølli móti Silkeborg-Voel.
Kappingin í bestu donsku hondbóltsdeildini verður tikin uppaftur vikuskiftið 2. og 3. januar.