info
Ongi úrslit

Nýggj avtala skal gera tað lættari hjá bretum at selja fisk í ES

ES og Bretland hava gjørt nýggja avtalu, sum skal gera tað lættari og bíligari at flyta matvørur og fiskavørur millum partarnar. Avtalan kann fáa týdning fyri kappingina á evropeiska fiskamarknaðinum, har føroyskar fyritøkur eisini selja sínar vørur.

Eirikur Lindenskov
21. november 2026 kl. 15:45

Bretland og ES hava á toppfundi fríggjadagin gjørt avtalu um at taka burtur fleiri av handilsforðingunum, sum komu eftir Brexit.

Avtalan fevnir millum annað um matvørur, landbúnaðarvørur, fisk og aðrar vørur av djóra- og plantuuppruna.

Endamálið er at gera tað lættari og bíligari at flyta vørur millum Bretland og ES.

Eftir ætlan koma nýggju reglurnar í gildi 1. mars 2028.

Minni pappírsarbeiði

Síðani Bretland fór úr ES, hava bretskir útflytarar havt stórar útreiðslur til heilsuváttanir, eftirlit og annað pappírsarbeiði.

Nýggja avtalan skal í stóran mun taka burtur hesi krøv, tá vørur verða fluttar millum Bretland og ES.

Bretland hevur samtykt at laga sínar reglur um matvørutrygd, djóraheilsu og plantuheilsu til ES-reglurnar.

Tað merkir, at fiskur og fleiri aðrar matvørur skulu kunna fara um markið uttan sama umfatandi eftirlit sum í dag.

Bretska stjórnin metir, at avtalan fer at spara vinnuni stórar upphæddir.

Hetlendingar fegnast

Í Hetlandi hevur fiskivinnan í fleiri ár víst á trupulleikarnar við útflutningi til ES eftir Brexit.

Umleið helvtin av hvítfiskinum, sum verður landaður í Hetlandi, verður útflutt til ES-marknaðin.

Tí kunnu lættari handilsreglur hava stóran týdning fyri hetlendskar fiskavøruútflytarar.

Sama er galdandi fyri aðrar bretskar fiskivinnufyritøkur.

Kann ávirka føroyska kappingarstøðu

Avtalan kann eisini fáa týdning fyri føroyskar fiskavøruútflytarar.

Føroyskar fyritøkur kappast við bretskar og skotskar veitarar á fleiri av somu marknaðunum í Evropa.

Um bretskir útflytarar fáa lægri kostnað og skjótari marknaðaratgongd, kann tað ávirka kappingarstøðuna.

Men nýggja avtalan broytir ikki sjálvvirkandi reglurnar fyri føroyskan útflutning til ES.

Umframt handilin við matvørum hava ES og Bretland gjørt avtalu um størri samstarv um CO₂-kvotur og ferðing hjá ungum.

Keldur: Reuters, bretska stjórnin og ES.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vejle vann og Vendsyssel FF leikti javnt

16 minuttir síðan
Tíðindi

Nú kemur gongu­breyt fyri 1,4 milli­ón­ir í Trongis­vági

1 tími síðan
Tíðindi

Sjóvar kommuna tekur 15,7 milliónir í lán til íløgur

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í russiskum farmaskipi í Finsku Víkini eftir dronuálop

2 tímar síðan
Tíðindi

Eivør verður høvuðs­navn á stór­ari tón­leika­stevnu í Íslandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Gravgangur eftir el­bil­um – SEV hev­ur ong­ar løði­støðir eftir

3 tímar síðan
Tíðindi

Russiskar rakettir komu inn á pólskt øki – NATO fordømir hendingina

4 tímar síðan
Tíðindi

Útleigarar kunnu fáa skatta­frá­drátt og sam­stund­is leiga út til Airbnb

4 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta gull heiðursmerki í 35 ár

5 tímar síðan
Tíðindi

Her liggja meira enn 2.000 flakar til at ala krækling

6 tímar síðan
Tíðindi

Ein svevur rúsin av sær eftir miðnámsveitslu í Gundadali

7 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Vilhelm fekk reyða kortið

7 tímar síðan