info
Ongi úrslit

Grønland, Danmark og USA skulu hittast um verjuavtaluna í desember

Nú nýggja verjuavtalan millum Grønland, Danmark og USA er góðkend í bæði Inatsisartut og Fólkatinginum, verður farið undir at seta hana í verk. Fyrsti fundurin millum embætisfólk úr teimum trimum londunum verður í USA í fyrru helvt av desember.

Eirikur Lindenskov
21. november 2026 kl. 17:15

Arbeiðið við at seta nýggju verjuavtaluna millum Grønland, Danmark og USA í verk byrjar av álvara í desember.

Tá skulu embætisfólk úr teimum trimum londunum hittast í USA fyri at umrøða, hvussu avtalan skal fremjast í verki.

Tað upplýsir Múte B. Egede, grønlendskur landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Verjuavtalan varð undirskrivað í New York 22. september av Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformanni í Grønlandi, Mette Frederiksen, forsætisráðharra í Danmark, og Donald Trump, forseta í USA.

Inatsisartut góðkendi avtaluna fyrr í november, og Fólkatingið samtykti hana hósdagin 19. november.

Fleiri hernaðarligir møguleikar

Avtalan víðkar møguleikarnar hjá USA at hava hernaðarligt virksemi í Grønlandi.

Millum annað verður lagt upp til møgulig amerikonsk verjuøki við Narsarsuaq og Mestersvig.

Endamálið er sambært teimum trimum stjórnunum at styrkja felags verju og trygd í Arktis og Norðuratlantshavi.

Avtalan staðfestir samstundis fullveldið hjá danska ríkinum og rættin hjá grønlendska fólkinum til sjálvsavgerð.

Fyrsti fundur eftir góðkenningina

Fundurin í desember verður tann fyrsti millum partarnar, eftir at tær neyðugu tingviðgerðirnar eru avgreiddar.

Múte B. Egede sigur, at tað er gleðiligt, at arbeiðið nú kann koma víðari.

Hann vil tó ikki enn greiða frá, hvørji mál verða ovast á skránni á fundinum.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur samstundis sagt, at tað framvegis er ógreitt, hvørjar ítøkiligar ætlanir amerikanararnir hava við teimum nýggju møguleikunum, sum avtalan gevur teimum.

Sambært honum hava partarnir ikki havt nýggjar ítøkiligar samráðingar um tvær møguligar herstøðir, síðani avtalan varð undirskrivað í september.

Ein føst nevnd við umboðum fyri partarnar skal viðgera slík mál.

Nýggja verjuavtalan er ein broyting og útbygging av verjuavtaluni um Grønland frá 1951.

Avtalan fevnir ikki um Føroyar.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Maria skoraði og legði upp til 18 mál - Jana syrgdi fyri 10 málstigum

28 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Breum: Grøn­land fær stór­an tørv á verju móti USA

48 minuttir síðan
Tíðindi

Vejle vann og Vendsyssel FF leikti javnt

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj avtala skal gera tað lættari hjá bretum at selja fisk í ES

1 tími síðan
Tíðindi

Nú kemur gongu­breyt fyri 1,4 milli­ón­ir í Trongis­vági

2 tímar síðan
Tíðindi

Sjóvar kommuna tekur 15,7 milliónir í lán til íløgur

3 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í russiskum farmaskipi í Finsku Víkini eftir dronuálop

3 tímar síðan
Tíðindi

Eivør verður høvuðs­navn á stór­ari tón­leika­stevnu í Íslandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Gravgangur eftir el­bil­um – SEV hev­ur ong­ar løði­støðir eftir

4 tímar síðan
Tíðindi

Russiskar rakettir komu inn á pólskt øki – NATO fordømir hendingina

5 tímar síðan
Tíðindi

Útleigarar kunnu fáa skatta­frá­drátt og sam­stund­is leiga út til Airbnb

5 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta gull heiðursmerki í 35 ár

6 tímar síðan