info
Ongi úrslit

Ferðamannaskip bar við land á Tvøroyri

- Vit hava skilt, at skipið liggur við síðuni móti landi, og líkt er ikki til, at nakað er hent við skipsskrokkinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Vilmund Jacobsen
30. mai 2023 kl. 13:41

Eitt ferðamannaskip við navinum, La Bellot, sum er úr Fraklandi, bar í dag við hornið á bryggjuni á Tvøroyri.

Løgreglan sigur, at tey vóru í holt við at seta eitt átak í verk, tá tey fingu boðini um, at støðan er undir eftirliti.

- Vit hava skilt, at skipið liggur við síðuni móti landi, og líkt er ikki til, at nakað er hent við skrokkinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Talan er um eitt rættiliga stórt ferðamannaskip. Tað er 130 metrar langt, og her eru 104 ferðafólk umborð. 

Myndin er ikki tøk

Dagføring:

Á havnarskrivstovuni á Tvøroyri siga tey, at sleipari hjá Mest nú er á veg suður at royna at fáa La Bellot leyst úr landi aftur.

- Tað hevur verið nakað av vindi, sum liggur framman tvørs á skipið, men vit halda ikki, at skrokkurin hevur fingið skaða.

Á havnarskrivstovuni vænta tey, at sleiparin hjá Mest verður á Trongisvágsfirði um einar tveir ella tríggjar tímar.

Myndirnar tók Rúni Thomsen.

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Brutto lønar­hækkan­/pen­­sjóns­hækkan fyri 2026

1 minuttur síðan
Tíðindi

370.000 ukrainar í streymloysi eftir russisk álop

16 minuttir síðan
Tíðindi

Lidegaard frí­kend­ur í æru­meið­ing­ar­máli móti Messer­schmidt

29 minuttir síðan
Tíðindi

Eyði Horsdal og bólkur spæla í Listastovuni

56 minuttir síðan
Annar ítróttur

Small States of Europe Team Championship 2026

1 tími síðan
Tíðindi

Tjørnuvíkar­tunnil: Borað verður seint í 2027 ella tíð­liga í 2028

1 tími síðan
Tíðindi

Øll partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni

1 tími síðan
Tíðindi

Gekk væl at fáa tangabilin uppaftur

1 tími síðan
Tíðindi

Eitt skip er í Eysturgrønlandi og eitt er á Flemish Kap

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ótrúligi dystarendin THW Kiel-Rhein Neckar Löwen 37-36

2 tímar síðan
Tíðindi

Tryggari at ferðast í miðbýnum í Fuglafirði

3 tímar síðan
Tíðindi

Vegurin gav eftir und­ir olju­bil­i­num inni í Dal

3 tímar síðan