info
Ongi úrslit

Fimm hand­tikn­ir nær­indis amerik­ansk­ari her­støð í Bretlandi

Fimm menn eru handtiknir í Gloucestershire í Onglandi. Teir eru undir illgruna fyri at hava fyrireikað eitt yvirgangsálop og fyri brot á lóggávuna um spreingievni.

© Toby Shepheard/Reuters.
Løgreglan hevur sperrað ein veg nærindis floghernaðarstøðini Fairford í Gloucestershire, eftir at fimm menn eru handtiknir.
Eirikur Lindenskov
27. september 2026 kl. 16:15

Bretska løgreglan fekk klokkan 00.45 í nátt fráboðan um trý illgrunasom akfør, sum koyrdu móti floghernaðarstøðini Fairford í Gloucestershire.

Støðin verður brúkt av amerikanska herinum, og seinastu dagarnar eru trygdartiltøkini har herd.

Fimm menn vórðu handtiknir í morgun. Sambært Metropolitan Police eru teir undir illgruna fyri at hava fyrireikað eitt yvirgangsálop. Teir eru eisini undir illgruna fyri brot á lóggávuna um spreingievni.

Í býnum Whelford vórðu 85 ognir tømdar í morgun, og løgreglan hevur sperrað eitt øki í 400 metra radius kring tey trý akførini.

Spreingievnissérfrøðingar hjá bretska herinum kanna nú akførini, meðan løgreglan arbeiðir saman við bretsku antiterrorløgregluni um málið.

Eitt eygnavitni sigur við Reuters, at vápnað løgregla hevur sperrað høvuðsinngongdina til flogstøðina. Umleið 30 neyðakfør eru á staðnum, teirra millum løgreglubilar, sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar.

Sambært Reuters hevur bretska stjórnin áður givið amerikanska herinum loyvi at brúka Fairford-støðina til álop á iransk rakettmál, sum hava verið brúkt í álopum á skip í Hormuz-sundinum.

Í juli segði Bretland, at herurin var klárur at verja landið móti møguligum álopum, eftir at iranska Revolutiónsverjan hevði ávarað Bretland móti at lata amerikansk bumbuflogfør flúgva úr Fairford.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Sigrar til Vendsyssel og HØJ

12 minuttir síðan
Tíðindi

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

55 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu ikki elta Evropa út av eggini

58 minuttir síðan
Fótbóltur

Uttan Geza tapti Grimsby Town fyrsta dystin í kappingini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Piteå tapti á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Svikarar royna aftur at tøma føroyskar bankakontur

2 tímar síðan
Tíðindi

Annika Olsen er forkvinna í Svimjisambandi Føroya

3 tímar síðan
Tíðindi

Kosta 4.000 krónur at vera ófólkaligur við løgregluna

3 tímar síðan
Tíðindi

Stjólu whisky og romm úr ólæstum kjallara í Havn

4 tímar síðan
Tíðindi

Eg eri ein fjakkari

4 tímar síðan
Tíðindi

80 ár síðan Jákup møtti einsamallur

6 tímar síðan
Tíðindi

27 dripin í hópskjóting í Suðurafrika

6 tímar síðan