info
Ongi úrslit

Vit skulu ikki elta Evropa út av eggini

Fróði magnussen
27. september 2026 kl. 15:54

Tað verður ofta tosað um eitt høgrarák í Evropa. Vanligaverður hetta lýst sum ein trupulleiki í sjálvum sær. Men kanska eiga vit heldur at spyrja, hví so nógvir evropeararvenda sær frá teimum flokkum, sum hava havt valdið seinastuárini.

Orsøkirnar eru fleiri. Innflyting, trygd og mentan fylla nógv í kjakinum. Hesi viðurskifti eru lýst av øðrum, og tí fari eg ikkinærri inn á tey her. Men ein onnur høvuðsorsøk er, at nógvfólk kenna, at livistøðið er undir trýsti, samstundis sum vinnulívið missir kappingarføri.

Hetta er ikki bara ein kensla. Tølini vísa, at Evropa hevur eingrundleggjandi búskaparligan trupulleika.

Evropa stendur í stað, meðan onnur fara framum

ES-búskapurin er ikki í fríum falli. Men vøksturin hevur veriðov lítil. Sambært Eurostat vaks reala bruttotjóðarúrtøkan í ES bert 0,4 prosent í 2023, 1,0 prosent í 2024 og 1,5 prosent í 2025.

Týskland, sum leingi hevur verið ídnaðarliga lokomotivið í Evropa, er eitt álvarsligt dømi. Týski búskapurin minkaði 0,9 prosent í 2023 og 0,5 prosent í 2024. Í 2025 var vøksturin bert 0,2 prosent. Týska hagstovan vísir millum annað á dýra orku, færri íløgur, minkandi útflutning og harðari kapping úr Kina.

Hetta er ikki bara ein stutt konjunkturgjógv. Mario Draghi, fyrrverandi forseti í Evropeiska miðbankanum og fyrrverandiitalskur forsætisráðharri, varð av ES-nevndini biðin  at greina evropiska kappingarføri við atliti at Kina og USA. Niðurstøðan er greið: Búskaparvøksturin og serligaframleidnivøksturin í Evropa hava í nógv ár verið minni enn í USA.

Síðan 2000 er tøka realinntøkan fyri hvønn íbúgva vaksinnæstan tvær ferðir so nógv í USA sum í ES. Umleið 70 prosent av muninum í BTÚ fyri hvønn íbúgva millum ES og USA kann sambært Draghi-greiningini frágreiðast við lægriframleidni í Evropa.

Hetta rakar ikki bara stórar fyritøkur og partaeigarar. Framleidni er tað, sum ger tað møguligt at hækka lønirnar, stytta arbeiðstíðina og fíggja heilsuverk, skúlar, pensjónir ogaðra vælferð. Uttan økta virðisskapan verður vælferðin fyrrella seinni eitt lyfti, sum ikki kann haldast.

Dýr orka etur av livistøðinum

Ein av størstu veikleikunum hjá Evropa er orkuprísurin. Sambært Draghi-frágreiðingini rinda evropeiskar fyritøkurtvær til tríggjar ferðir so nógv fyri streym sumkappingarneytarnir í USA. Fyri gass er munurin fýra til fimmferðir.

Orsøkirnar eru fleiri. Evropa hevur færri orkutilfeingi ennUSA, og kríggið í Ukraina gjørdi, at Evropa frásegði særatgongdini til stórar nøgdir av bíligum russiskumrørleidningsgassi Men politiskar avgerðir hava eisini gjørtEvropa meira viðbrekið. Orkuframleiðsla varð tikin av el-netinum, áðrenn fullgóð og álítandi alternativ vóru klár. Íløgurí net og nýggja orkuframleiðslu hava gingið ov seint eins ogtýskarar hava stonkt kjarnorkuverkini, orkuskattirnir eruhøgir, og skipanin á elmarknaðinum ger, at dýrt gass ofta ásetur prísin á øllum streyminum.

Nógv av hesum er framt undir herrópinum um at bjargaveðurlagnum og umhvørvinum. Endamálið kann vera gott, men politikkur eigur ikki bara at metast eftir ætlanini – politikkurin má eisini at metast eftir avleiðingunum. Tá iðorkuframleiðsla verður stongd, áðrenn álítandi ogkappingarfør alternativ eru klár, og nýggj avgjøld og krøvverða løgd á framleiðslu og flutning, verður úrslitið hægrikostnaður. Rokningin endar hjá vanliga borgaranum sumdýrari streymur, hiti, matur og tænastur. Keypiorkan minkar, og livistøðið kemur undir trýst.

Tað er tí ein politisk sjálvsmótsøgn, tá ið somu flokkar, sumsiga seg verja tey veikastu, reka ein politikk, sum ger grundleggjandi gerandisvørur dýrari. Húsarhald við lágum ogmiðal inntøkum brúka lutfalsliga størsta partin av inntøkuni tilorku, mat og bústað. Tey verða tí harðast rakt. Einumhvørvispolitikkur, sum ger vanlig fólk fátækari og flyturarbeiðspláss og framleiðslu til lond við lægriumhvørviskrøvum, er hvørki sosialt rættvísur, búskaparligahaldførur ella neyðturviliga góður fyri umhvørvið.

Í 2022 ásetti gass prísin á evropeiska elmarknaðinum 63 prosent av tíðini, hóast gass bert stóð fyri umleið 20 prosentum av elframleiðsluni.

Úrslitið sæst hjá vanligum húsarhaldum. Í 2024 vóruelprísirnir í ES framvegis væl oman fyri støðið undan orkukreppuni. Týsk húsarhald rindaðu í seinna hálvári 2024 í miðal 39,43 evrur fyri 100 kWh – hægsta prísin í ES.

Dýr orka sæst eisini aftur í øllum øðrum vørum og tænastum. Tað kostar m.a. meira at hita hús, framleiða vørur, reka flutning og framleiða mat. Bara frá 2021 til 2024 hækkaðialmenna brúkaraprístalið í ES samanlagt umleið 23 prosent. Matvørur hækkaðu serliga nógv: 11,8 prosent í 2022 og 12,6 prosent í 2023.

Tá inflatiónin lækkar, merkir tað ikki, at prísirnir fara niðuraftur. Tað merkir sum oftast bert, at teir hækka spakuligari. Tíkenna nógv húsarhald framvegis, at lønin røkkur styttri.

Ein skilagóður veðurlagspolitikkur eigur at minka um útlát og samstundis tryggja bíliga og álítandi orku. Um politikkurinhinvegin ger orkuna varandi dýrari og ídnaðarframleiðslanflytur til lond við hægri útláti, hava vit hvørki hjálptveðurlagnum ella búskapinum.

Evropa misti fyrstu talgildu bylgjuna

Microsoft, Apple, Google, Amazon og Meta eru risastóraramerikanskar tøknifyritøkur. Stóru kinesiskutøknifyritøkurnar vaksa eisini skjótt. Evropa hevur nærumonga fyritøku í sama støddarflokki.

Bert fýra av heimsins 50 størstu tøknifyritøkum eruevropiskar. Umleið 70 prosent av grundleggjandi vitlíkistøkni, sum eru ment síðan 2017, kemur úr USA. Amerikanskarfyritøkur fáa 61 prosent av heimsins íløgum í nýggjarvitlíkisfyritøkur, kinesiskar fáa 17 prosent og ES-fyritøkurbert 6 prosent.

Evropa misti sostatt fyrstu stóru talgildu bylgjuna. Nú er vandifyri, at vit eisini missa vitlíkisbylgjuna.

Reglur eru neyðugar. Persónsupplýsingar skulu verjast, og nýggj tøkni skal brúkast við ábyrgd. Men reglur hava eisiniein kostnað. Draghi-frágreiðingin vísir á, at ES hevur umleið100 ymiskar lógir, sum beinleiðis viðvíkja tøknigeiranum, og meira enn 270 eftirlitsmyndugleikar fyri talgild net.

Stórar amerikanskar fyritøkur kunnu seta hundraðtalsløgfrøðingar at umsita slíkar reglur. Ein lítil evropiskíverksetarafyritøka kann ikki. Ov nógv og ov torskildregulering verjir tí ofta tær stóru fyritøkurnar, sum longu eru á marknaðinum, heldur enn vanliga brúkaran.

Vitlíki fer at verða bygt inn í framleiðslu, heilivág, orkunet, flutning og bilar. Tann, sum ikki dugir at menna og nýta hesatøknina, fer at missa framleidni og kappingarføri. Longu nú er Kina eitt ættarlið framman fyri Evropa á fleiri økjum innanelbilar. Marknaðarparturin hjá kinesiskum elbilaframleiðarumí Evropa vaks úr 5 prosentum í 2015 til nærum 15 prosent í 2023, meðan evropiski parturin fall úr 80 niður í 60 prosent.

Vælferð krevur virðisskapan

Ofta verður latið sum um valið stendur millum kappingarføriog vælferð. Tað er skeivt. Kappingarføri er sjálvt grundarlagiðundir vælferðini.

Tað almenna kann bara býta virði út, sum onkur fyrst hevurskapt. Uttan lønandi fyritøkur, íverksetan, útflutning og fólk í arbeiði verður eingin fíggjarlig orka til sjúkrahús, eldrarøkt, skúlar og sosiala trygd.

Ein sunnur borgarligur politikkur merkir ikki eitt samfelaguttan sosiala ábyrgd. Hann merkir, at sosiala ábyrgdin verðurbygd á eitt haldført búskaparligt grundarlag.

Í Føroyum eigur ein slík leið millum annað at merkja:

• at skattur á arbeiði, íløgur og íverksetan ikki verður hægrienn neyðugt,

• at almennar útreiðslur verða raðfestar eftir úrslitum heldurenn eftir áhaldandi vøkstri,

• at vinnulívið fær einfaldar, støðugar og frammanundankendar reglur,

• at loyvisviðgerðir verða skjótari og umsitingarligar byrðarminni,

• at orkuskiftið verður framt við atliti at prísi, veitingartrygdog kappingarføri,

• at fiskivinna, alivinna, landbúnaður og onnurmatframleiðsla fáa støðugar karmar og møguleika at menna framleiðnina,

• at útbúgving, gransking og vitlíki verða sædd sum íløgur í framtíðar virðisskapan,

• og at nýggj avgjøld og nýggjar reglur altíð verða mett eftir, hvussu tær ávirka kostnaðarstøði og kappingarføri.

Hetta er ikki ein áheitan um at vraka alla grøna tøkni ella alt samstarv við Evropa. Tvørturímóti skulu vit gagnnýta vind, vatn, sól og aðra nýggja tøkni, tá hon gevur búskaparliga og tekniska meining. Men politikkurin skal vera óheftur av tøkni, pragmatiskur og grundaður á úrslit – ikki á symbolpolitikk.

Vit skulu læra av Evropa – ikki endurtaka mistøkini

Evropa hevur framvegis stórar styrkir: væl útbúgvin fólk, sterkar stovnar, gott undirstøðukervi og nógvar dugnaligarfyritøkur. Men gongdin eigur at verða ein ávaring.

Eitt samfelag kann ikki í longdini regulera, skatta og stuðlaseg til vælferð. Tað má framleiða, uppfinna og kappast. Annars er vandin, at Evropa spakuliga verður eitt væl røktsavn um gamla vælferð og gamla ídnað – eitt stað, sum fólk úrmeira nýskapandi og ríkari heimspørtum koma at vitja.

Føroyar skulu samstarva og handla við Evropa. Men vit skuluikki treytaleyst elta ein politikk, sum hevur givið dýrari orku, tyngri umsiting, veikari framleiðnivøkstur og eitt vaksanditøkniligt eftirsleip.

Vit eiga í staðin at velja eina sunna borgarliga leið, sum gevurvinnulívinum frælsi at skapa, fólki størri ágóða av at arbeiðaog samfelagnum eitt sterkari fíggjarligt grundarlag.

Tí kappingarføri er ikki mótsetningurin til vælferð.

Kappingarføri er fortreytin fyri vælferð.

Fróði Magnussen, umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi.

 

Viðkomandi tilfar og keldur um ein ynskir at vitameira:

1. Eurostat – realur BTÚ-vøkstur í ES í 2023–2025

Hendan keldan vísir, at reala BTÚ í ES vaks 0,4 prosent í 2023, 1,0 prosent í 2024 og 1,5 prosent í 2025.

https://ec.europa.eu/eurostat/en/web/products-eurostat-news/w/ddn-20260306-3

2. Týska hagstovan – týski búskapurin í 2025

Keldan vísir, at týska BTÚ minkaði 0,9 prosent í 2023 og 0,5 prosent í 2024, áðrenn ein lítil vøkstur á 0,2 prosent var í 2025. Hon nevnir eisini veikar íløgur, minkandi útflutning ogharðari kapping úr Kina.

https://www.destatis.de/EN/Press/2026/01/PE26_017_811.html

3. ES-nevndin – høvuðssíðan hjá Draghi-frágreiðingini

Her eru frágreiðingin, bakgrundin og yvirskipaða greininginav kappingarførinum hjá Evropa.

https://commission.europa.eu/topics/competitiveness/draghi-report_en

4. Draghi-frágreiðingin – “The Future of European Competitiveness”, partur A

Hendan frágreiðingin er høvuðskeldan til tølini um:

• munin á framleiðni og inntøkuvøkstri í ES og USA,

• at umleið 70 prosent av BTÚ-muninum fyri hvønn íbúgvastendst av lægri framleiðni,

• at bert fýra av heimsins 50 størstu tøknifyritøkum eruevropeiskar,

• íløgur í vitlíki,

• høgar evropeiskar orkuprísir,

• mongu tøknilógirnar og eftirlitsmyndugleikarnar,

• og kappingina millum kinesiskar og evropeiskarbilaframleiðarar.

https://commission.europa.eu/document/download/97e481fd-2dc3-412d-be4c-f152a8232961_en

5. Draghi-frágreiðingin – nágreinilig greining, partur B

Her verður millum annað greitt nærri frá orkuprísum, regulering, umsitingarligum byrðum, vinnuligum íløgum og kappingarføri.

https://commission.europa.eu/document/download/ec1409c1-d4b4-4882-8bdd-3519f86bbb92_en

6. Eurostat – inflatiónin í ES í 2021–2024

Keldan vísir eina inflatión á 2,9 prosent í 2021, 9,2 prosent í 2022, 6,4 prosent í 2023 og 2,6 prosent í 2024. Samanlagt svarar hetta til eina príshækking á umleið 23 prosent.

https://ec.europa.eu/eurostat/en/web/products-eurostat-news/w/wdn-20250811-1

7. Eurostat – matvøruprísir og aðrir brúkaraprísir

Keldan vísir, at prísirnir á mati og alkoholfríum drykkjum í ES hækkaðu 11,8 prosent í 2022 og 12,6 prosent í 2023.

https://ec.europa.eu/eurostat/documents/15216629/20260915/KS-EI-24-001-EN-N.pdf

8. Eurostat – elprísir hjá húsarhaldum og vinnu í 2024

Keldan vísir, at elprísirnir framvegis lógu væl oman fyristøðið undan orkukreppuni. Týsk húsarhald rindaðu 39,43 evrur fyri 100 kWh í seinna hálvári 2024, sum var hægstiprísurin í ES.

https://ec.europa.eu/eurostat/en/web/products-eurostat-news/w/ddn-20250506-2

9. Týska búskaparmálaráðið – orkuprísir og kappingarføri

Keldan lýsir sambandið millum gassprísir og elprísir og staðfestir, at høgir orkukostnaðir eru ein bygnaðarligur vansihjá týskum, orkukrevjandi ídnaði.

https://www.bundeswirtschaftsministerium.de/Redaktion/DE/Schlaglichter-der-Wirtschaftspolitik/2026/06/02-wettbewerbsfaehige-strompreise.html

10. OECD – regulering, kapping og framleiðni

OECD staðfestir, at kappingarfremjandi regulering er avgerandi fyri framleidnivøkstur og langtíðar búskaparligavrik.

https://www.oecd.org/en/topics/sub-issues/product-market-regulation.html

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir nær­indis amerik­ansk­ari her­støð í Bretlandi

15 minuttir síðan
Tíðindi

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

33 minuttir síðan
Fótbóltur

Uttan Geza tapti Grimsby Town fyrsta dystin í kappingini

1 tími síðan
Fótbóltur

Piteå tapti á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Svikarar royna aftur at tøma føroyskar bankakontur

2 tímar síðan
Tíðindi

Annika Olsen er forkvinna í Svimjisambandi Føroya

2 tímar síðan
Tíðindi

Kosta 4.000 krónur at vera ófólkaligur við løgregluna

3 tímar síðan
Tíðindi

Stjólu whisky og romm úr ólæstum kjallara í Havn

4 tímar síðan
Tíðindi

Eg eri ein fjakkari

4 tímar síðan
Tíðindi

80 ár síðan Jákup møtti einsamallur

5 tímar síðan
Tíðindi

27 dripin í hópskjóting í Suðurafrika

6 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja og liðfelagarnir taptu á heimavølli

7 tímar síðan