info
Ongi úrslit

Piteå tapti á útivølli

Ásla Johannesen og liðfelagarnir mistu javnleikin móti dystarenda

Heri Á. Simonsen
27. september 2026 kl. 14:10

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå vóru í dag fyri einum afturstigi í stríðnum at koma longri burtur frá teimum aftastu plássunum í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan.

Í útidystinum móti Rosengård hevði Piteå javnleik 0-0 til átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Tá skoraði Rosengård sigursmálið í dystinum.

Ásla var í vøllinum í 87 minuttir, og hon hevur higartil tikið lut í øllum 20 dystunum Piteå hevur spælt í Damallsvenskan í hesum kappingarárinum.

Piteå er nummar níggju í deildini við 23 stigum. Tær hava sjey stig niður til næstaftasta plássið, har IFK Norrköping hevur 16 stig. Tvey tey aftastu liðini í deildini flyta beinleiðis niður aftaná lokna kapping. Triðaftasta liðið spælir upp- og niðurflytingardystir móti triðfremsta liðnum í næstbestu deildini.

Komandi leygardag klokkan 13 hevur Piteå dyst á LF Arena leikvøllinum í Piteå móti IFK Norrköping, og har kann Piteå við heimasigri leggja veruligan sjógv millum seg og aftastu liðini.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Uttan Geza tapti Grimsby Town fyrsta dystin í kappingini

8 minuttir síðan
Tíðindi

Svikarar royna aftur at tøma føroyskar bankakontur

59 minuttir síðan
Tíðindi

Annika Olsen er forkvinna í Svimjisambandi Føroya

1 tími síðan
Tíðindi

Kosta 4.000 krónur at vera ófólkaligur við løgregluna

2 tímar síðan
Tíðindi

Stjólu whisky og romm úr ólæstum kjallara í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Eg eri ein fjakkari

2 tímar síðan
Tíðindi

80 ár síðan Jákup møtti einsamallur

4 tímar síðan
Tíðindi

27 dripin í hópskjóting í Suðurafrika

4 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja og liðfelagarnir taptu á heimavølli

5 tímar síðan
Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

8 tímar síðan
Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

14 tímar síðan