info
Ongi úrslit

Uttan Geza tapti Grimsby Town fyrsta dystin í kappingini

Undan tapinum ígjár var Grimsby ósigrað í sjey dystum

Heri Á. Simonsen
27. september 2026 kl. 14:50

Lægri ensku fótbóltsdeildirnar taka ikki atlit til altjóða landsliðssteðgir.

Ígjár mátti Grimsby fyri fyrstu ferð klára seg uttan David Geza Turi í dysti í útivølli í League Two móti Newport, ið er eitt av walisisku liðunum í enska ligakervinum.

Dysturin endaði við 2-1 sigri til Newport, ið skoraði tvey mál innanfyri 12 minuttir í seinna hálvleiki. Newport skoraði eisini triðja málið, tá Grimsby fekk minkað um munin við einum sjálvmáli.

Grimsby Town er nummar seks í deildini við 13 stigum. Fremst við 15 stigum eru Barnet, Cheltenham og Bristol Rovers, so kappingin er sera hørð og jøvn.

Grimsby Town má klára seg ein ligadyst aftrat uttan Geza. Komandi leygardag klokkan 15 kemur Shrewsbury á vitjan.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Piteå tapti á útivølli

1 tími síðan
Tíðindi

Svikarar royna aftur at tøma føroyskar bankakontur

1 tími síðan
Tíðindi

Annika Olsen er forkvinna í Svimjisambandi Føroya

1 tími síðan
Tíðindi

Kosta 4.000 krónur at vera ófólkaligur við løgregluna

2 tímar síðan
Tíðindi

Stjólu whisky og romm úr ólæstum kjallara í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Eg eri ein fjakkari

3 tímar síðan
Tíðindi

80 ár síðan Jákup møtti einsamallur

4 tímar síðan
Tíðindi

27 dripin í hópskjóting í Suðurafrika

5 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja og liðfelagarnir taptu á heimavølli

6 tímar síðan
Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

8 tímar síðan
Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

9 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

15 tímar síðan