info
Ongi úrslit

Eg eri ein fjakkari

Peter Tulinius Krarup er nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum. Hann er dani, og flytur til Føroya eftir at hava búð 14 ár í Norðurnoregi. Tað, sum eyðkennir Peter, er at hann hevur fest røtur í fleiri londum. Hann sigur seg vera eitt slag av fjakkara, men er tó í sama stað í fleiri ár. Nýggi stjórin heldur, at Norðurlandahúsið er eitt stað fyri sinn og hjarta

Nanný J. Toftegaard
27. september 2026 kl. 12:00

Peter Tulinius Krarup kemur úr einum stjórastarvið á Harstad Kulturhus í Norðurnoregi, har hevur hann verið stjórið síðani 2019.

Nýggi stjórin ætlar ikki at kollvelta virksemið í Norðurlandahúsinum.

-        Eg skal ansa eftir øllum tí góða sum er í húsinum. Eg havi sjálvandi gjørt mær tankar um, hvat eg kann geva húsinum, og hvørjar broytingar við tíðini skulu gerast.

Peter Tulinius Krarup heldur, at tað er týdningarmikið at finna útav, hvør vitjar Norðurlandahúsið, hvussu tey vitjandi brúka tað, og ikki minst, hvør ið ikki vitjar Norðurlandahúsið.

-        Tað er spennandi at hoyra, hvat fólk veruliga halda um húsið, og hvønn týdning tað hevur í samfelagnum.

Hetta er ikki fyrstuferð, at Peter Tulinius Krarup flytur til eitt nýtt land fyri at arbeiða,

-        Á ein hátt eri eg vorðin eitt slag av fjakkara, sum ferðast runt, men eg eri leingi á hvørjum stað.

Mentan og list hevur altíð verið ein stórur partur av lívinum hjá Peter Tulinius Krarup. Hann er vaksin upp í einum heimi við nógvum tónleikarum, og einaferð ætlaði hann at gerast yrkistónleikari.

Yrkisleiðin byrjaði tó á danska aðalkonsulatinum í Týsklandi fyri 30 árum síðani. Peter ætlaði at gerast diplomatur, og uppgávurnar á konsulatinum vóru fjølbroyttar. Hann hjálpti donskum ríkisborgarum, sum av ymiskum orsøkum vóru komnir illa fyri, arbeiddi við handli, útflutningsstuðli, og við mentan. Peter gjørdist varugur við, at hetta seinasta var tað, sum honum dámdi best.

-        Hetta tíðarskeiði var eg mitt í tjúgunum, og gjørdi av at mentan skuldi vera mín yrkisleið. Síðani havi eg gjørt tað til mítt lív, at eg skal royna at ríka fólk við mentan og list.  

Leiðin gekk til Onglands, har hann tók master útbúgving í mentanarpolitikki og fyrisiting. Hann hevði ymisk fyrifallandi arbeiði, tey fimm árini hann búði í Onglandi. Flutti síðani aftur til Danmarkar og arbeiddi í mentanarlívinum í nøkur ár. Í 2012 flutti hann til Norðurnoregs, sum eg annað heimlandi hjá Peter. Hann búði 14 ár í Norðurnoregi, til hann nú flutti til Føroya.

Peter Tulinius Krarup heldur, arbeiðið við mentan ger, at hann kemur inní samfelagið á ein serligan hátt, og hittir nógv spennandi fólk.

-        Mentan er nakað av tí flottasta, sum eitt samfelag hevur at bjóða. Tá tú býrt leingi á einum stað, kemur mentanin undir húðina á tær og verður ein partur av tær. Eg eri blivin eitt sindur Norðurnorskur, haldi eg sjálvur. Eg havi livað eitt spennandi lív við nógvum broytingum. Eg havi lagt eitt sindur av sál míni á hvørjum stað og eri blivin eitt annað fólk. Tað er tað, sum hendur, tá tú setur búgv á nýggjum stað, og lærir fólk at kenna, tað broytir teg sum menniskja.

Fyrsta tíðin í nýggjum landið er altíð krevjandi, og tað hevur fyrsta tíðin í Føroyum eisini verið.

-        Tú verður bumbaður av øllum tí nýggja. Nógv fólk, sum tú skalt heilsa uppá, og veðrið er øðrvísi.

Eisini smá ting í gerandisdegnum, sum tað at fara til handils, og finna røttu vørðurnar er nakað, tú skalt venja teg við. Hetta er bara eitt lítið praktiskt dømi um, at hóast vit halda, at Norðurlond eru næstan eins, er munur á kortini.

Eitt stað til sinn og hjarta

Royndirnar í Norðurnoregi hava víst, hvønn týdning mentanarhús hava. Tey skapa trivna, og styrkja lokala tilknýtið og samleikan.

-        Eitt slíkt hús kann hava stóra týdning fyri trivnaðin hjá børnum og ungum, hetta er eitt stað, har tey kunnu menna sinn, hjarta og andaliga lívið.

Peter Tulinius Krarup hevur fylgt virkseminum í Norðurlandahúsinum í fleiri ár, men hann hevði ikki verið á gátt, fyrr enn hann nú byrjaði í stjórastarvinum.

-        Tað er ein uppliving at koma inn í húsið, tú hevur ikki hug at fara út aftur. Eg havi sæð nógvar myndir av húsinum, so hóast eg ikki hevði verið her áður, kendi eg húsið.

Peter Tulinius Krarup heldur, at arkitektarnir hava verið framskygdir, tí húsið er bæði arbeiðsligt og vakurt.

-        Nakrar ótrúligar snildur blivu gjørdar tá. Eitt dømi er, at hurðin kann latast upp til Klingruna, og brádliga hevur tú eitt konserthøll til 800 fólk. Tað var væl umhugsað av arkitektunum.  

Norðurlandahúsið er partur av tí Norðurlendska samstarvinum í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska ráðharraráðnum. Eitt av endamálinum við Norðurlandahúsinum er, at tað skal byggja brýr millum Føroyar og Norðurlond.

-        Nógvar flottar norðurlendskar framførslur hava verið, og tað skulu vit eisini hava í framtíðini. Hetta ger húsið til meira enn eitt lokalt mentanarhús, tað er eitt altjóða hús, og tað haldi eg vera spennandi.

Okkurt týður uppá, at Norðurlandahúsið er lokkandi, bæði fyri føroyingar og aðrar norðurlendingar, tí í summar søkti Norðurlandahúsið eftir nýggjum verkætlanarleiðara. Inn komu heili 195 umsóknir úr øllum Norðanlondum. Peter Tulinius Krarup heldur, at hetta er tekin um, at Norðurlandahúsið er kent í Norðurlondum, og er eitt arbeiðspláss, sum dregur dugnalig fólk at sær.

-        Vit eru í holt við at finna rætta verkætlanarleiðaran. Tað tekur tíð at lesa 195 umsóknir, og har eru nógvir dugnaligir umsøkjarar ímillum.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stjólu whisky og romm úr ólæstum kjallara í Havn

27 minuttir síðan
Tíðindi

80 ár síðan Jákup møtti einsamallur

2 tímar síðan
Tíðindi

27 dripin í hópskjóting í Suðurafrika

2 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja og liðfelagarnir taptu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

6 tímar síðan
Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

12 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

13 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

13 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

14 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

14 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

14 tímar síðan