Reuters veit í morgun at siga, at 17 fólk eru skotin og dripin á einari ølstovu í Suðurafrika í nátt, og 15 onnur eru løstað.
Sagt verður, at hendingin fór fram vestanfyri Johannesburg, og nú jagstrar løgreglan tey, sum framdu álopið.
Motivið aftanfyri ógvusliga álopið er ikki kent.
Reuters veit eisini at siga, at tíggju onnur vórðu skotin og dripin á einum útistaði uttanfyri Cape Town, og her vórðu 11 onnur løstað.
Við sínum 62 milliónum íbúgvum er Suðurafrika eitt av heimsins londum, har flest fólk verða dripin.
- Í miðal verða 60 fólk dripin í Suðurafrika um dagin, veit Reuters at siga.