Fleiri føroyingar eru í morgun ringdir upp av svikarum, sum geva seg út fyri at vera frá Nets.
Sambært løgregluni hava bæði kvinnur og menn ringt og á feilfríum donskum sagt, at fleiri smærri flytingar eru gjørdar við kortinum hjá viðkomandi, hóast tær ikki síggjast á kontuni.
Síðani verður sagt, at Nets skal endurrinda peningin, og tí biðja svikararnir um kortupplýsingar og upplýsingar um vLøgreglan ávarar aftur í dag móti telefonssviki. Í minsta lagi ein føroyingur hevur latið svikarum kort- og vanga-upplýsingar, og nú verður roynt at steðga keypunum, áðrenn peningurin fer av kontuni.vangan.
Í minsta lagi ein persónur hevur latið upplýsingarnar frá sær. Síðani eru fleiri keyp gjørd við kortinum, og viðkomandi er tí í vanda fyri at missa eina stóra peningaupphædd.
Flytingarnar eru tó ikki endaliga framdar enn, og tí verður nú roynt í samstarvi við Nets at steðga teimum. Enn er óvist, um tað eydnast.
Eitt av telefonnumrunum, sum svikararnir hava ringt frá, er +45 22 13 72 79. Løgreglan sigur tó, at talan er um eitt dult ella falsað nummar, sum ikki ber til at spora á vanligan hátt.
Løgreglan hevur verið í sambandi við Nets, og haðani eru boðini greið:
Nets ringir ikki til privatfólk og biður um kortupplýsingar ella upplýsingar um vangan.
Verður tú ringdur upp av onkrum, sum sigur seg vera frá Nets og biður um slíkar upplýsingar, eigur tú tí at leggja á beinanvegin.