Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag.
Í Atletion Stadion-høllini í Aarhus vunnu Kjartan Johansen (myndin) og liðfelagarnir í Vendsyssel 29-25 á AGF. Í steðginum var Vendsyssel á odda 14-12.
Kjartan skoraði fýra mál.
Í høllini í Ølstykke tóku Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í HØJ móti Tønder.
Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá HØJ, og var Tønder á odda 18-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki vóru teir hjá HØJ sum hamskiftir. Tað eydnaðist at venda 12-18 til 31-28 sigur. Sostatt vann HØJ seinna hálvleik 19-10. Ísak var noteraður fyri eitt mál.
HØJ, Vendsyssel og Midtjylland eru fremst í deildini við átta stigum í part fyri fimm leiktar dystir.