Russland fer komandi mánaðirnar at herða sítt hybridkríggj móti Vesturheiminum og Nato við títtari álopum, sum kunnu fáa størri avleiðingar enn higartil.
Tað metir danska hernaðarfregnartænastan, Forsvarets Efterretningstjeneste, FE, í eini nýggjari hóttanarmeting, sum varð løgd fram á tíðindafundi á Kastellet í Keypmannahavn í dag.
Talan kann eitt nú verða um oyðileggjandi netálop, sum raka týðandi samfelagsfunktiónir, og sabotasjuálop við stórum vanda fyri, at fólk fáa skaða.
Samstundis hevur danski samfelagstrygdarstovnurin, Styrelsen for Samfundssikkerhed, hækkað hóttanarstigið fyri oyðileggjandi netálop móti Danmark úr »miðal« upp í »høgt«.
– Støðan er álvarslig, og vit taka hana í álvara, sigur Jeppe Bruus, danskur verjumálaráðharri, á tíðindafundinum.
– Tað er tí, vit standa her í dag. Vit leggja metingina fram, tí tað er týdningarmikið at vera so opin sum gjørligt, sigur hann.
Lítil, men vaksandi vandi fyri hernaðarligum álopi
Sambært FE er ein lítil, men vaksandi vandi fyri, at Russland fer at fremja eitt avmarkað hernaðarligt álop á eitt ella fleiri Nato-lond, sum hava mark við Russland.
– Tað er ósannlíkt, at Russland fer at gera innrás í eitt Nato-land, men vit kunnu ikki útiloka tað, sigur Thomas Ahrenkiel, stjóri í FE.
Hann leggur dent á, at tað er nýtt, at fregnartænastan ikki longur kann útiloka eina innrás.
FE metir, at Russland hevði brúkt í minsta lagi seks mánaðir til at fyrireika eina innrás í eitt Nato-land.
Jeppe Bruus undirstrikar tó, at metingin ikki snýr seg um hernaðarlig álop á danska ríkið.
Á tíðindafundinum verður eisini upplýst, at nýggja hóttanarmetingin ikki er viðkomandi fyri Føroyar og Grønland.
Verjan lagar seg eftir støðuni
Michael Hyldgaard, danskur verjuovasti, sigur, at verjan lagar seg eftir støðuni.
– Vit fara at stríðast og vinna við tí, vit hava, og teimum, vit stríðast saman við. Tað er okkara uppgáva. Tað fyrireika vit okkum til. Tað eru vit til reiðar til – sama hvør hóttanin er, sigur hann.
Bara góð vika er liðin, síðani ein russisk fregatt skeyt neyðbluss móti eini danskari tyrlu í altjóða sjógvi út fyri Gedser.
Thomas Ahrenkiel sigur, at russisku herfólkini á fregattini bóru seg óprofessionelt at.
– Tað er eisini okkara fatan, at russiska hernaðarleiðslan ikki hevði góðkent so vandamiklan atburð, sigur hann.
/ritzau/