Tá 82 minuttir vóru leiktir av dystinum í deildarspælinum í Champions League millum Inter Milan og BK Häcken á Stadio Ernesto Breda leikvøllinum í Milano kom Jóhanna Fossdalsá Sørensen á vøllin fyri BK Häcken.
Talan er um fyrstu spælitíðina hjá Jóhonnu í einum kappingardysti fyri BK Häcken í 360 dagar. So talan hevur verið um drúgva skaðafráveru.
Inter Milan vann dystin 1-0 við einum sigursmáli, ið longu var skotið í fimta minutti av dystinum.
Eisini hjá kvinnunum er Champions League skipað sum eitt deildarspæl. Tó er talan um 18 lið, har fýra tey fremstu vinna seg í fjórðingsfinalurnar, meðan liðini á endastøðunum millum nummar fimm og 12 spæla Play Off dystir um rættin at spæla fjórðingsfinalur. Hjá monnunum manna 36 lið deildarspælið.
Leygardagin klokkan 15 spælir BK Häcken dyst á útivølli móti IFK Norrköping í bestu svensku fótbóltsdeildini. Har er BK Häcken fremst við 52 stigum. Fimm stig frammanfyri nummar tvey, Hammarby.