At tað er gravgangur eftir at sleppa við nýggjasta uppsjóvarskipinum í flotanum, »Hoyvík«, hevur Hans Andreas Kelduberg, reiðari, sannað, síðani tíðindi bórust um nýggja skipið á in.fo týsdagin.
– Her hevur verið øðiligur áhugi at sleppa við. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so hava fleiri hundrað mans biðið sær kjans, sigur Hans Andreas Kelduberg.
– Hetta er nakað heilt annað, enn tá vit skulu manna ein línubát ella garnabát, tí tá mugu vit út at leita eftir manning, sigur hann.
Les eisini: Havnin fær nú sítt fyrsta uppsjóvarskip
Skipið fór úr Egersund í Noreg á middegi og kemur á Havnina tíðliga leygarmorgunin.
– Skipið er púra klárt at fara til fiskiskap, og vit hava tikið allar makrelgreiðurnar umborð í Noreg, sigur Hans Andreas Kelduberg.
Avtalan við norsku seljararnar er, at skipið verður handað nýggju eigarunum í Føroyum, tí er tað norsk manning við skipinum á vegnum heim, men partur av føroysku manningini er eisini við.
»Hoyvík« er gamli Høgaberg hjá Framherja, sum fyrr hevur hevur borið navnið Gullfinnur. Skipið, sum lastar 2.100 tons, er keypt fyri slakar 20 milliónir krónur.
Fleiri hundrað mans hava biðið sær kjans Fleiri hundrað mans hava biðið sær kjans
info
Eirikur Lindenskov
5. januar 2017 kl. 14:31
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
4. november kl. 23:26
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
3. november kl. 14:11
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
4. november kl. 22:29
Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl
3. november kl. 19:57
Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni
5. november kl. 19:54
Elisabeth Petersen vann bilin
3. november kl. 13:50
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Sálmar við styrki
3 tímar síðan
Tíðindi
Aksel ger útlendskt øl dýrari
3 tímar síðan
Tíðindi
Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland
4 tímar síðan
Tíðindi
Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst
4 tímar síðan
Tíðindi
Drúgv málsviðgerð og vantandi svar góvu átalur
5 tímar síðan
Lesarabrøv
Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi
5 tímar síðan
Tíðindi
Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi
6 tímar síðan
Tíðindi
Judohetja stillar upp til forsetaval
6 tímar síðan
Fótbóltur
Ási Dam avloysir Ara Olsen
6 tímar síðan
Tíðindi
Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini
7 tímar síðan
Tíðindi
Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd
7 tímar síðan
Tíðindi
Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin
8 tímar síðan