Týskvøldið leiktu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagar hansara í Skanderborg-Aarhus áttandapartsfinalu í donsku steypakappingini.
Á útivølli eydnaðist tað Skanderborg-Aarhus at knógva ein 35-33 sigur á Skive. Í fyrra hálvleiki var tað annars Skive, ið var omaná. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-14.
Jóhan skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.
Allir fjórðingsfinalistarnir eru nú funnir. Umframt Skanderborg-Aarhus er talan um liðið hjá Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro, liðið hjá Magnusi Árasyni, Mors-Thy, Aalborg, Fredericia, Skjern, Sønderjyske og Bjerringbro/Silkeborg.